Hero-Samleikin+Vangin-Váttan@2x.jpg

Talgild undirskrift

At skriva undir talgilt er bæði einfalt og trygt. Við Samleikanum kanst tú vátta avtalur og skjøl uttan at prenta, skriva undir við penni og skanni aftur. Hetta ger samskifti við myndugleikar og vinnu skjótari og munabetri.

Talgild undirskrift við Samleikanum er javnstillað við vanliga handskrivaða undirskrift. Sambært lógini um talgildan samleikan hevur talgilda undirskriftin sama rættarvirknað sum undirskrift á pappíri. Tað vil siga at tín undirskrift við Samleikanum er eins bindandi, sum hon tú skrivar á papír við penni og blekki.

Tá ið tú skrivar undir, skalt tú í gjøgnum somu mannagongd, sum tá ið tú ritar inn.

  • Les um lógarkarmarnar

    9. mai 2019 samtykti Føroya Løgting lóg um talgildan samleika, sum tryggjar løgfrøðiligu karmarnar. Far til lógina í leinkinum niðanfyri

    Lóg um talgildan samleika

  • Les um hvar talgilda undirskriftin verður brúkt

    Samleikin verður brúktur sum undirskrift á Vanganum, í føroysku netbankunum og hjá Skriva

    Føroysku peningastovnarnir brúka eisini Samleikan sum undirskrift, men Talgildu Føroyar umsita ikki tekniska partin.

Share

Samband

Set teg í samband við:

Heini Mohr Hermansen

Virkisrøktari

Mail: heinimh@talgildu.fo

Tlf.nr: 792 425