Kostnaður fyri Samleikan

Tænastuveitarar rinda tvey gjøld fyri at brúka Samleikan sum innritan til egnar talgildar tænastur.

Íbindingargjald

Íbindingargjaldið er eingangsupphædd á 15.000 kr.

Rakstrargjald

Rakstrarkostnaðurin fyri Samleikan er býttur í tríggjar bólkar eftir árligum umsetningi ella starvsfólkatali.

 

Árligur umsetningurStarvsfólkatalÁrligt rakstrargjald
Bólkur 1undir 10 mió. kr.undir 105.000 kr.
Bólkur 210 til 50 mió. kr.10 til 5025.000 kr.
Bólkur 3yvir 50 mió. kr. yvir 5070.000 kr.

 

Rakstrargjaldið verður rindað árliga. Almennir stovnar rinda ikki rakstrargjald fyri Samleikan.

Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo