Kostnaður fyri Mínboks

Kostnaðurin fyri Mínboks er býttur í trý:

  1. Íbindingargjald
  2. Mánaðargjald
  3. Nýtslugald fyri hvørt brævið, ið verður sent og móttikið.

Endabrúkarar rinda ikki fyri Mínboks. 

Les kunningarskriv um prísbroytingar fyri Mínboks
Kunningarskriv um prísbroytingar í Mínboks 1. januar 2025

  • Les um nýggja háttin at senda í Mínboks

    Tað skal vera einfalt at senda brøv í Mínboks, og tí er ein vevtænasta ment, sum sendir postin umvegis Heldina.

     Við vevtænastuni á Heldini fáast nýggir hentleikar til Mínboks.

    • Kannið, hvør hevur Mínboks: Tit vita, um móttakarin 
      brúkar Mínboks ella annan hátt at samskifta.
    • Samskifti við freistum: Tit kunnu fáa váttað, at borgarin 
      hevur lisið brævið.
    • Skjótari og lættari: Tit avgera sjálvi, um borgarar skulu 
      kunna svara brøvum í Mínboks,
    • Sendið post við egnari fakskipan: Tað er lætt at 
      sameina samskifti í Mínboks við tykkara fakskipanir sum 
      t.d. Skjalhald, 360 ella Nema Journal. Við einum ískoytisforriti kunnu tit senda brøv beinleiðis úr tykkara skipan. 
      Harumframt kunnu móttikin brøv verða journaliserað 
      beinleiðis í rætta málið.

    Tað er neyðugt at vera á Heldini fyri at brúka nýggju vevtænastuna. Eru tit á Heldini frammanundan, kunnu tit, í flestu førum, brúka verandi uppsetan til at knýta í vevtænastuna. 

    Í leinkinum niðanfyri er vegleiðing um, hvussu tit kunnu senda í Mínboks umvegis Heldina:
    Mínboks á Heldini

  • Les um 1. januar 2025 broytist prísurin

    Við nýggju vevtænastuni á Heldini koma nýggir prísir í gildi frá 1. januar 2025.

    Kostnaður fyri at senda við nýggju vevtænastuni á Heldini verður:

    Mánaðargjald

    575 kr.

    Kostnaður fyri brævið uttan mun til stødd

    1,95 kr.

    Tørvurin á at senda stór brøv er alsamt vaksandi, og nýggju prísirnir tryggja, at til ber at senda stórar mongdir av dátum uttan óvæntaðar útreiðslur. 

    Kostnaður fyri at senda við gomlu integratiónini:
    Fyri tey, ið senda við gomlu loysnini, verður kostnaðurin fyri støddina av brævinum tann sami sum áður. Harafturat kemur eitt mánaðargjald á 1.475 kr.

    Mánaðargjald1.475 kr.
    0-99 kb2 kr. fyri hvørt brævið
    100-199 kb4 kr. fyri hvørt brævið
    200-299 kb6 kr. fyri hvørt brævið
    300-399 kb8 kr. fyri hvørt brævið

    Soleiðis økist prísurin við støddini av brøvum fyri hvørji 100 kb.

    Heldin er ein fortreyt
    Tað er eitt fortreyt at vera á Heldini fyri at brúka nýggju vevtænastuna. Eru tit á Heldini frammanundan, kann verandi uppsetan brúkast í flestu førum til at knýta í vevtænastuna.

    Les um, hvussu tit senda umvegis Heldina í leinkinum niðanfyri:
    Mínboks á Heldini

    Íbindingargjald til nýggjar tænastuveitarar
    Tænastuveitarar rinda eitt íbindingargjald á 15.000 kr. fyri at brúka Mínboks.

  • Les um samanbering av kostnaði

    Frá 1. januar 2025 verða tveir ymiskir kostnaðir fyri at senda í Mínboks, Ein kostnaður fyri at senda umvegis Heldina og ein fyri at senda við gomlu integratiónini.

    Uttan mun til hvussu tit senda í Mínboks verður eitt nýtt mánaðargjald til øll, ið senda post í Mínboks.

    Fyri tey, ið senda við gomlu loysnini, verður kostnaðurin fyri støddina av brævinum tann sami sum áður.

    Mínboks umvegis Heldina

    Senda við gomlu integratiónini

    • 15.000 fyri íbindingargjald.
    • 1, 95 kr. fyri brævið uttan mun til stødd
    • mánargjald: 575 kr.
    • 15.000 fyri íbindingargjald.
    • 2 kr. fyri hvørji 100 kb
      Dømi: bræv á 250 kb kostar 6 kr.
    • Mánaðargjald 1.475 kr.
Share

Samband

Set teg í samband við Jens Petur Andreasen, virkisrøktara, á jenspetur@talgildu.fo

Mínboks á Heldini