Teams og Skype for Business

Seinast dagført 17.03.2020

Bæði Teams og Skype for Business kunnu verða hent amboð, tá ið tú arbeiðir heimanífrá. Tey kunnu m.a. brúkast til chat og videofundir.

Installera Teams

Flestu teldur í Landsneti hava bæði Skype for Business og Teams. Um tín telda ikki hevur Teams ella Skype mást tú byrja við at leggja forritið á telduna. Far inn í Software Center, vel Microsoft Teams og trýst á Install. Minnist til at sløkkja Outlook, áðrenn Teams verður lagt inn.

 

Eisini er møguligt at leggja Teams inn á fareindir.

Teams til Android eindir - https://play.google.com/store/apps/details?id=com.microsoft.teams&hl=en_US

Teams til Apple Iphone og Ipad - https://apps.apple.com/us/app/microsoft-teams/id1113153706

 

Soleiðis stovnar tú nýggj toymi (teams)

Er neyðugt at gera eitt nýtt toymi, skalt tú trýsta á Deltag i eller opret et team niðast í Teams. Síðan velur tú Opret et team.

Allir brúkarar í Landsneti hava ikki loyvi at stovna nýggj toymi. Er tørvur á, at fleiri brúkarar kunnu stovna toymi, ber til hjá úrvalsbrúkarum ella stjóranum, at biðja um loyvi frá KT Landsins.

Tað er umráðandi, at øll toymi, verða navngivin eftir okkara navnakrøvum. Tað merkir, at fyrstu bókstavirnir í navninum SKULU vera stytting fyri stovnin. Restina av navninum velur stovnurin sjálvur.

Dømi: Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann hava eitt toymi, ið eitur ”HFS – Leiðsla”, og Landsverk kann hava ”LV – Grótbrot”.

Hav í huga, at verður eitt toymi ikki brúkt í fleiri mánaðir, verður tað arkiverað. Tað merkir, at framvegis ber til at finna toymið og lesa í tí, men tað ber ikki til at gera broytingar í toyminum. 

 

Stovna fund í Teams ella Skype for Business

Tú kanst stovna Teams og Skype fundir í 'Kalender' í Outlook við at trýsta á “Nyt Teamsmøde” og “Nyt Skypemøde”.

Síðan fyllir tú vanligu teigarnar út, so sum heiti á fundi, luttakarar osfr.

Móttakarar, ið fáa innbjóðing til fund í Teams og Skype, skulu trýsta á leinkið í teldupostinum, Deltag i Microsoft Teamsmøde, fyri at luttaka á fundinum. 

Um brádliga verður avgjørt at halda fund alt fyri eitt, ber til at trýsta á “Møde nu” í einum toymi. So byrjar fundurin beinanvegin, og øll í toyminum hava møguleika at velja at luttaka.

 

Trýst á leinkið niðanfyri fyri at síggja filmsbrot um, hvussu tú kanst brúka Teams.

Videovegleiðingar til Teams

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer

16. mars - 13. apríl 2020

Móttøkan í Albert Hall er stongd.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 10 og 14.

 

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu