Góð ráð til brúkarar í Landsneti

Seinast dagført 15.03.2020

,   meginparturin av landset brúkarunum eru farnir heim at arbeiða, og harvið broyta arbeiðsmannagongd, síggja vit í KT Landsins, at tað er munandi meiri trýst á KT Skivuna. 

Tí hava vit her samla nakrar av trupulleikunum, ið vit oftast síggja í KT Skivuni, í sambandi við at fólk fara heim at arbeiða - og sum brúkarin sjálvur kann loysa.  

Tú hevur tikið arbeiðstelduna heim við, men fær ikki atgongd til onkra ávísa webskipan 

  • Kanna fyrst, um tú hevur netsamband. Virkar tað t.d. at vitja heimasíður?  

  • Kanna eftir, um skipanin virkar, um tú setur telduna til kápil heldur enn WiFi 

  • Endurstarta telduna. 

Tú hevur tikið arbeiðstelduna heim við, men fær ikki atgongd til felagsdrev og/ella persónliga drevið 

  • Endurstarta telduna, men lat vera við at rita inn beinanvegin. Tá  teldan er klár at rita inn, bíða so í 30 sekund, soleiðis at teldan fær samband við internetið, áðrenn tú ritar inn. 

  •   tú hevur ritað inn, bíða so í eini 5 minuttir. Um drevini framvegis ikki eru tøk, far so víðari til næsta stig. 

  • Rita út av telduni, og rita inn innaftur (uttan at endurstarta).  

Teldupostkassar (felagspostkassar), eru ikki tøkir, tá ið tú startar Outlook  

  •  ið tú fyrstu ferð ritar inn á eina outlook kontu, er vanligt, at tað tekur eina løtu at fáa samband. Ráðini eru tí at bíða eina løtu.  

Tú brúkar snarvegin at koma til terminalservaran, men tað riggar ikki. 

  • Kanna fyrst, um tú hevur netsamband. Virkar tað t.d. at vitja heimasíður?  

  • Tað er eitt krav, at fleirstiga góðkenning (multi factor authentication) verður sett upp, tá ið tú brúkar tænastuna heimanífrá. Les mannagongdina fyri MFA her

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer

16. mars - 13. apríl 2020

Móttøkan í Albert Hall er stongd.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 10 og 14.

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu