Fleirstigað innritan í Office 365 - Við uppringing

Seinast dagført 24.03.2020

Um tú ikki hevur eina snildfon, er møguligt at blíva uppringdur hvørja ferð neyðugt er við fleirstigaðari innritan. Hesin mátin riggar væl og er skjótur at brúka til dagligt.

 

Á telduni, innrita á https://aka.ms/mfasetup við tíni teldupostadressu.

Skriva loyniorðið til tín LN brúkara í teigin Adgangskode.

 

Trýst á Næste um tú fær boðini um, at neyðugt er við fleiri upplýsingum.
GG: Umráðandi at svara Aldrig, tá spurt verður um, kagin skal goyma loyniorðið!

 

Vel Færøerne í listanum, skriva títt telefonnummar í teigin til høgru og trýst á Næste.

 

Fyri at vátta, at telefonnummarið er rætt, verður tú uppringd/-ur, og ger síðan eftir boðunum (trýst # á telefonini). Nummarið, sum ringir er +1 8553308653.

 

Nú er fleirstigaða innritanin góðkend, og trýst á Udført.