Fleiristiga góðkenning - Multi-Factor Authentication (MFA)

Seinast dagført 17.03.2020

Fleiristiga góðkenning merkir, at tú skalt ígjøgnum tvey stig, tá ið tú ritar inn.

Soleiðis verður MFA innritan gjørd virkin

Innrita á https://mfa.landsnet.fo við tínum LN brúkara.

Mynd 1 - Multi Factor Authentication (MFA)

Tá tú hevur innritað, verður tú biðin um at vátta tín samleika á ein av hesum háttunum:

  1. Kall frá útlendskum nummari

  2. One-Way SMS OTP

  3. Two-Way SMS OTP

  4. Fráboðan frá Microsoft Authenticator

 

Kall frá útlendskum nummari

Ert tú nýggj/-ur í MFA skipanini, fær tú eitt kall frá einum útlendskum nummari, ið ofta hevur landakotu +1. Tak telefonina og fylg boðunum.

 

One-Way SMS OTP (One Time Passcode)

Um tú skal vátta við One-Way SMS OTP, fær tú eina kotu sendandi við SMS. Skriva kotuna, tú fekk við SMS og trýst á “Authenticate/Godkend”

Two-Way SMS OTP

Tú fær eina kotu sendandi á telefonina við SMS. Svara SMS’inum aftur, við at skriva kotuna tú fekk sendandi, og send aftur.

 

Notifikatión frá Microsoft Authenticator

Um tú hevur Microsoft Authenticator á tínari telefon, skal tú trýsta á Approve/Godkend.

Uppseting av MS Authenticator

Tá ein av teimum fýra mannagongdunum er fylgd, skuldi verið innritað á https://mfa.landsnet.fo. Trýst síðan á Activate Mobile App og Generate Activation Code.

 

Nú hevur tú fingið eina QR kotu.

 

Tendra Microsoft Authenticator á telefonini og trýst á Add account/Tilføj konto.

 

Trýst á Work or School account/Arbejds eller skole konti.

 

Skanna QR kotuna á telduskíggjanum.

 

Fært tú boð um at kontan er góðkend, er liðugt.

 

 Á https://mfa.landsnet.fo trýst á Change Method og Mobile App og síðan á Save/Gem.

 

Nú er klárt at brúka telefonina til skipanirnar á Landsneti, ið krevja 2 faktor innritan.

Tá innritað verður í eina skipan, ið krevur 2-faktor innritan, kemur ein fráboðan á telefonina um at góðkenna ella avvísa innritanina.

 

Hava tit tørv á hjálp viðvíkjandi hesum, kunnu tit ringja til KT Skivuna á 35 24 90.

 

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer

16. mars - 13. apríl 2020

Móttøkan í Albert Hall er stongd.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 10 og 14.

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu