At arbeiða heima - tøkni og skipani

Seinast dagført 15.03.2020

  starvsfólk skulu heim at arbeiða, er tað ymisk tøkni og ymiskar skipanir, ið kunnu nýtast, alt eftir hvør tørvurin hjá einstaka starvsfólkinum er. 

Samband við Landsnet og skipanir, ið vanliga verða brúktar 

Er tørvur á atgongd til teldupost, skjøl, 360 ella fakskipanir, ið atgongd ikki er til beinleiðis frá internetinum, so eru tað tvær loysnir vit viðmæla. Tær eru Direct Access ella terminalservari.  

Er talan einans um avmarkað brúk av telduposti ella Teams, so er atgongd til hesar skipanir beinleiðis umvegis internetið, og harvið er ikki tørvur á sambandi við Landsnet. 

Direct Access

Direct Access er eitt sjálvvirkandi VPN samband, ið ger, at teldurnar fáa samband við Landsnet og skipanirnar í Landsneti. 

Allar farteldur í Landsneti hava Direct Access, og ikki er neyðugt við eyka uppseting. Tú tekur bara telduna heim við og brúkar netið heima - og vit mæla til at brúka netkaðal, heldur enn tráðleyst net. 

Við Direct Access hevur tú atgongd til alt tað sama, sum  hevur frá telduni,   hon stendur á arbeiðsplássinum. Tað kunnu tó verða einstøk undantøk. Tá er sum oftast talan um gamlar fakskipanir, sum eru gjørdar á ein hátt, sum ger, at atgongd ikki er til tær ígjøgnum Direct Access. 

Fjarskrivaraborð

Terminalservari er ein loysn, ið er serliga vælegnað, um brúkarar hava tørv á at sleppa til Landsnet skipanir, og ikki hava eina arbeiðsteldu heima, ið er innlimað í Landsnet. Tað merkir, at starvsfólkini fáa atgongd við teirra egnu heimateldu. Henda loysnin er serliga ætlað, men ikki avmarkað til, teir stovnar, sum brúka terminalservara dagligt. 

Teir stovnar, sum ikki hava terminalservarar, og ikki hava farteldur til øll starvsfólkini, hava eisini møguleika at brúka felags terminalservarar. Felags terminalservararnir hava flestu vanligu skipanirnar, sum verða brúktar í Landsneti, so sum Office pakkan (Outlook, Word, Excel, PowerPoint), felagsdrev, Totalview og 360. Tað ber ikki til at fáa onnur forrit løgd inn á felags terminalservararnar.  

Fyri at tit skulu fáa terminalservara atgongd frá internetinum, er neyðugt at fleirstigað góðkenning (multi factor authentication) verður sett upp hjá brúkarum soleiðis, at brúkarin umvegis telefon váttar hvør hann er,   hann ritar inn. 

Teams og Skype for Business

Tá ið øll arbeiða heima, kann tað verða torført at samstarva, eins og tað er trupult at hava samband við sínar starvsfelagar. Teams er vælegnað, tá  samstarvast skal í bólkum, ið eru spjaddir, júst sum talan er um, nú øll eru heima. Við Teams er lætt at halda online fundir, at kjatta saman, deila fílur o.tíl. Skype for Business kann brúkast til online fundir og kjatt. 

Webskipanir eru atkomiligar beinleiðis frá internetinum. Er talan um eitt nú avmarkað brúk av teldupostskipanini, so ber til at gera hetta á telefon, ella við at brúka webmail. SharePoint er eisini tøkt beinleiðis frá internetinum. Tit brúka sama leinkið, sum á arbeiðsplássinum. 

Fjarhjálp við Teamviewer

Er tørvur á at fáa KT Skivuna at hjálpa við onkrum, er í nógvum førum neyðugt at brúka Teamviewer. Teamviewer er ein skipan, ið ger, at KT Landsins sleppur inn á telduna hjá brúkaranum, og soleiðis fær hjálpt honum. 

KT Landsins

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Fjarhjálp: Team Viewer

16. mars - 13. apríl 2020

Móttøkan í Albert Hall er stongd.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 10 og 14.

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu