TotalView

Í hesum døgum er bæði gagnligt og týðandi at síggja, hvørji starvsfólk eru til arbeiðis, og um tey arbeiða heima ella eru á arbeiðsplássinum.

Í Totalview ber til at síggja ymiskar vísingar. Uttast høgrumegin, undir bláa breddanum ovast, ber til at skifta ímillum.

Trýstir tú á knøttin uttast vinstrumegin, sum eitur Vís lista, so síggjast Boð í bláa breddanum ovast.

Undir Boð er teksturin ymiskur, alt eftir, hvussu starvsfólkið hevur skrásett seg.

Agnas hevur skrásett seg Arbeiði heima. Anna hevur skrásett seg Inn.

Hjá teimum, sum hava skrásett seg Inn, stendur Inn í boðunum.

Hjá teimum, sum hava skrásett seg, Arbeiði heima, stendur Tøk/ur í boðunum.

Tað ber eisini til at trýsta á einstaka fólkið, og tá síggjast somu upplýsingar niðast á myndini, mitt fyri.

Vegleiðingin sæst her sum PDF

 

16. mars - 13. apríl 2020

Móttøkan í Albert Hall er stongd.

Telefon 35 24 00 svarar millum kl. 10 og 14.

Telefonin hjá KT Skivuni, 35 24 90, svarar alt samdøgrið.

Teldupostadressan er ktskivan@gjaldstovan.fo

Trýst her fyri at fáa starvsfólkayvirlit við telefonnumari og teldupost adressu