
Verkstova um nýtslu av Heldini
Síðani 2015 hava Talgildu Føroyar skipað fyri verkstovum um millum annað menning av og knýti í Heldina. Týsdagin 24. oktober fór sjeynda verkstovan av bakkastokki og setti sjóneykuna á nýtslu av Heldini. Undirtøkan til verkstovuna var góð og hópurin myndaði eina breiða umboðan úr bæði privata og almenna geiranum.
Verkstovan varð deild í eina innleiðslu og tríggjar framløgur. Endamálið við verkstovuni var at geva teimum luttakandi eina støðulýsing av gongdini í Talgildu Føroyum umframt at framløgurnar tóku støði úr ávíkavíst teimum ymisku leiklutunum í Heldini, innleiðslu til FOLK og ger av vevtænastum. Andras Eliassen og Bárður Joensen hildu hesar framløgur og møguleika var eisini hjá teimum luttakandi at seta spurningar og kunna seg nærri um fjølbroyttu evnini, ið verkstovan myndaði.
Næsta verkstovan verður 10. apríl 2018 og fer at greiða samskiftið millum Heldina og Tænastuportalin.
Skráin fyri verkstovuna:
13:00 - Vælkomin og støðulýsing - Nicolai M. Balle, Jóanis Erik Køtlum og Rolf Herup Olsen
13:30 - Leiklutir í Heldini - Andras Eliassen
13:50 - FOLK á Heldini - Bárður Joensen
14:40 - Steðgur
15:00 - Ger av vevtænastum - Andras Eliassen
15:45 - Spurningar og prát
16:00 - Liðugt
Til ber at síggja framløgur frá verkstovuni her:
Leiklutir í Heldini - Andras Eliassen
FOLK á Heldini - Bárður Joensen
Ger av vevtænastum - Andras Eliassen
Dømir, sum vórðu ment í C# .Net á verkstovuni: