
Verkstova um menning av vevtænastum til Heldina
Sambært rundskrivi frá 2016 um Heldina er álagt øllum almennum stovnum, at alt samskifti av dátum til og frá almennum KT-skipanum framyvir skal koyra umvegis Heldina. Sum liður í hesum er av týdningi, at mennarar av hesum vevtænastum fáa neyðugar førleikar og vegleiðing til tess av standa fyri hesum arbeiði. Í hesum sambandi skipaði Heldin mikudagin hin 7. Juni 2017 fyri verkstovu um menning av vevtænastum til Heldina.
Bodnir til verkstovuna vóru mennarar av vevtænastum til skipanir hjá bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum og endamálið við verkstovuni var at geva mennarum í føroysku KT-vinnuni høvi at fáa undirvísing í teimum vevtænastum, ið skulu knýtast í Heldina.
Undirtøkan til verkstovuna var góð og nærum 40 mennarar úr føroysku KT-vinnuni tóku lut í verkstovuni. Verkstovan varð deild upp í ymiskar fyrilestrar, sum allir høvdu til endamáls at undirvísa mennarum í vevtænastum hjá Heldini og samstundis geva víðari tey amboð og ta vitan, ið føroyska KT-vinnan kann fáa agóða av til tess at veita røttu tænastuna til almennu og privatu vinnuna.
Til ber at síggja framløgurnar frá verkstovuni her:
Støðulýsing av Talgildu Føroyum - Nicolai M. Balle
Knýti í Heldina - Lilly D. Hanssen
Trygdarambætari og íbinding - Hans Blaasvær
Heldin vev-tænastur - Oluf Færø
Menning av vev-tænastum í .Net - Andras Eliassen
Skráin:
13:00 - Vælkomin & Støðulýsing – Nicolai Mohr Balle
13:10 - Knýti í Heldina - Tilgongd – Lilly Dam Hanssen
13:30 - Lýsing av Heldini og trygdarambætaranum – Hans Blaasvær
13:55 - Kaffisteðgur
14:05 - Menning í .net & JAVA - Oluf Færø og Andras Eliassen
Q & A
16:00 - Liðugt