Niðanfyri eru vegleiðingar, mannagongdir til Heldina og framløgur frá verkstovum.

  • Framløgur frá verkstovu sep 2022

    22. og 23. september 2022 var verkstova á Gjaldstovuni í Albert Hall um Heldina. Verkstovan varð býtt sundir í fýra evnir:

    • Fyrisiting
    • Umsiting av trygdarambætarum
    • Menning av vevtænastu
    • Menning mótvegis FÓLK

    Framløgurnar frá verkstovuni finnast í leinkinum niðanfyri

    Framløga frá verkstovu um Heldina

  • Vegleiðing Knýt í Heldina

    Les um hvussu tú knýtir í vegleiðingina í leinkinum niðanfyri

    Knýt í Heldina

  • Vegleiðing Dagføringar av trygdarambætara

    Dagføringar av trygdarambætara

    Av og á er neyðugt at dagføra trygdarambætaran. Hetta verður gjørt við vanligu dagføringarmannagongdunum á Ubuntu/RHEL servarum.

    Tað er tó neyðugt at halda eyga við, hvørjari útgávu Heldin er á, áðrenn dagført verður, soleiðis at tað ikki verður ósamsvar millum sentralu servararnar og servararnar hjá luttakarum.

    Heldardepilin kunnger á talgildu.fo, hvør útgáva skal verða installerað, og teldupostur verður sendur út til luttakarar (Trygdarambætara umsitarar), tá ið útgávan skal dagførast.

    Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at senda spurningar til heldin@talgildu.fo

  • Vegleiðing Trygdaravrit

    Trygdaravrit og restore av trygdarambætara

    Henda vegleiðing lýsir, hvussu lokalt trygdaravrit av trygdarambætaranum verður tikið, og hvussu restore verður framt.

    Vegleiðingin verður bara brúkt, um tú ikki hevur aðra backup skipan. Legg til merkis, at trygdarambætarar taka eitt trygdaravrit sjálvvirkandi einaferð um dagin, og hesi verða goymd á ambætaranum í 30 dagar.

    Vegleiðingin umfatar ikki trygdaravrit av vevtænastum ella KT skipanum. Luttakarin hevur sjálvur ábyrgd av at taka trygdaravrit av hesum.

    1. Backup av trygdarambætara

    Rita inn á websíðuna hjá securityservaranum. Far undir “Settings -> Backup and Restore. Her liggur ein listi av .tar fílum, sum eru trygdaravritini, sum ambætarin sjálvvirkandi hevur tikið.

    Fyri at gera eitt nýtt trygdaravrit, vel "Backup Config".

    Fyri at goyma trygdaravrit av ambætaranum lokalt, trýst á "Download" útfyri trygdaravritið, sum tú vilt at goyma.

    2. Restore av trygdarambætara

    Fyri at gera eitt "restore" av einum trygdaravriti, trýst so á knøttin "Restore" útfyri trygdaravritinum, sum tú vilt innlesa.

    Um tú vilt gera restore av einum trygdaravriti frá tíni teldu, trýst á "Upload Backup", og tá hetta trygdaravrit er komið inn í listan, kanst tú síðani velja "Restore" útfyri ta linjuna

  • Vegleiðing Umsitingarskipan (HUM)

    Á heimasíðuni www.heldin.fo finnur tú Heldarumsitingina, HUM. Tú ritar inn á umsitingina við Samleikanum.

    Les vegleiðingina til Heldarumsitingina her

  • Vegleiðing Menning av vevtænastum

    Vegleiðing til menning av vevtænastum

    Framleiðarin av Heldini (X-Road), Nordic Institute for Interoperability Solutions (NIIS), hevur útgivið eitt online skeið í at menna vevtænastur til Heldina. Hetta skeið umfatar menning av SOAP og REST vevtænastum, umframt at greiða frá um protokollir o.t. ið verða nýttar, tá ið samskift verður umvegis Heldina.

    Les meira um hetta og onnur skeið á https://x-road.thinkific.com/collections

Share