Trygdaravrit og restore av trygdarambætara

Henda vegleiðing lýsir, hvussu lokalt trygdaravrit av trygdarambætaranum verður tikið, og hvussu restore verður framt.

Vegleiðingin verður bara brúkt, um tú ikki hevur aðra backup skipan. Legg til merkis, at trygdarambætarar taka eitt trygdaravrit sjálvvirkandi einaferð um dagin, og hesi verða goymd á ambætaranum í 30 dagar.

Vegleiðingin umfatar ikki trygdaravrit av vevtænastum ella KT skipanum. Luttakarin hevur sjálvur ábyrgd av at taka trygdaravrit av hesum.

1. Backup av trygdarambætara

Rita inn á websíðuna hjá securityservaranum. Far undir “Settings -> Backup and Restore. Her liggur ein listi av .tar fílum, sum eru trygdaravritini, sum ambætarin sjálvvirkandi hevur tikið.

Fyri at gera eitt nýtt trygdaravrit, vel "Backup Config".

Fyri at goyma trygdaravrit av ambætaranum lokalt, trýst á "Download" útfyri trygdaravritið, sum tú vilt at goyma.

2. Restore av trygdarambætara

Fyri at gera eitt "restore" av einum trygdaravriti, trýst so á knøttin "Restore" útfyri trygdaravritinum, sum tú vilt innlesa. 

Um tú vilt gera restore av einum trygdaravriti frá tíni teldu, trýst á "Upload Backup", og tá hetta trygdaravrit er komið inn í listan, kanst tú síðani velja "Restore" útfyri ta linjuna.