Dagføringar av trygdarambætara

Av og á er neyðugt at dagføra trygdarambætaran. Hetta verður gjørt við vanligu dagføringarmannagongdunum á Ubuntu/RHEL servarum.

Tað er tó neyðugt at halda eyga við, hvørjari útgávu Heldin er á, áðrenn dagført verður, soleiðis at tað ikki verður ósamsvar millum sentralu servararnar og servararnar hjá luttakarum.

Trygdarambætarar skulu koyra við føroysku útgávuni av X-Road software xroad-securityserver-fo, og skulu í løtuni hava útgávu 6.26 (sum er útgávan frá Mars 2021).

Heldardepilin kunnger á talgildu.fo, hvør útgáva skal verða installerað, og teldupostur verður sendur út til luttakarar (Trygdarambætara umsitarar), tá ið útgávan skal dagførast.

Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at senda spurningar til heldin@gjaldstovan.fo