HELDIN

Sáttmáli um tænastustig í Heldini, millum “luttakara” og Gjaldstovuna - Talgildu Føroyar, hereftir TF 

Inngangur
Í rundskrivinum um Heldina er ásett, at ein sáttmáli um tænastustig skal gerast millum TF og teir myndugleikar, sum ynskja at knýta seg í Heldina. Hesin sáttmáli er tískil gjørdur við støði í ásetingunum í rundskrivinum, og ásetingarnar eru sostatt eisini galdandi fyri teir stovnar og virki, sum skriva undir henda sáttmála.

Endamál
Endamálið við hesum sáttmála er at lýsa samstarvið millum TF, sum umsitari og ábyrgdarmyndugleiki av Heldini, og luttakara, sum verður knýttur í Heldina. Luttakarin fær soleiðis eitt yvirlit yvir tænastur og tænastustig, sum TF skal veita, og upplýst verður, hvørja ábyrgd luttakarin hevur í hesum sambandi.

Broytingar í hesum sáttmála verða viðgjørdar eftir leisti lýstur í yvirskrift 6 í hesum sáttmála.

Hesin sáttmáli fevnir ikki um viðurskifti millum luttakarar í Heldini. Hesi viðurskifti eiga at verða lýst í sínámillum avtalu, sum umfatar m.a. trúnaðarviðurskifti, atgongd til dátur og líknandi.

Lýsing av hugtøkum

Heldin

Heldin er eitt tøkniligt undirstøðukervi og ein fyriskipanarligur karmur, sum ger tað møguligt at hava trygt, skipað og bronglað dátusamskifti millum KT skipanir hjá luttakarum umvegis internetið, har samskiftið er próvfast. Nærri lýsing av Heldini finst á heimasíðuni www.talgildu.fo

Mynd 1 Yvirskipað mynd av Heldini

Myndin omanfyri vísir hvussu Heldin er samansett, og hvussu luttakarar eru knýttir í Heldina. Hvør luttakari hevur sínar egnu KT skipanir, sum eru teknaðar sum kassar ovast á myndini. Hesar verða knýttar í Heldina gjøgnum ein trygdarambætara umvegis ein millumambætara. Millumambætarin virkar sum eitt umsetandi lið millum skipaninar og trygdarambætaran. Sirkulin á myndini ímyndar hvar samskiftið fer fram, og hóast tað er teknað sum ein sirkul, so fer samskifti fram umvegis bronglaðar tunlar beinleiðis millum tveir luttakarar. Kassarnir til høgru eru kjarnukomponentar, sum halda skil á hvør er hvør í Heldini og senda sertifikatir út til luttakararna, so at bronglaða samskiftið er trygt. Niðast eru dømi um ymiskar borgaratænastur, sum kunnu knýtast í Heldina. Niðast til høgru er lyklamiðstøðin fyri samleikaskipanina, sum koyrir í Heldini. Samleikaskipanin er bundin í Heldina, og verður brúkt til at logga á, men er ikki ein innbygdur partur av henni. 

Staklutir í einum samskifti í Heldini

Mynd 2 Staklutir í einum samskifti

Hesin sáttmálin fevnir bert um viðurskifti millum TF og luttakaran og harvið tær tænastur, sum TF í hesum sambandi skal veita. Talan er um tann grøna kassan í myndini omanfyri. Myndin vísir hvussu samskiftið millum tveir luttakarar fer fram, og er hetta ein partur av kervinum frá fyrru myndini.

Luttakari

Ein luttakari er ein almennur myndugleiki[1], eitt virki ella felag, hvørs KT skipan(-ir) er knýtt í Heldina, soleiðis at dátur kunnu deilast á ein skipaðan hátt við aðrar myndugleikar, virkir ella feløg í Føroyum, ið eisini eru knýtt í Heldina.

Ein luttakari kann vera bæði vevtænastuveitari og vevtænastubrúkari.

KT skipan

KT skipanin sum skal samskifta umvegis Heldina sum vevtænastuveitari ella sum vevtænastubrúkari.

Vevtænastuveitari

Ein luttakari, ið eigur eina vevtænastu undir eini KT skipan, og sum umsitur dátur, sum aðrir myndugleikar kunnu umbiðja, verður umrøddur vevtænastuveitari.

Vevtænastubrúkari

Ein luttakari, ið hevur eina KT skipan, sum kallar eina vevtænastu hjá einum vevtænastuveitara, verður hann umrøddur vevtænastubrúkari.

Heldardepilin

Heldardepilin er eitt felagsheiti ið er samansett av hesum eindum: Sertifikat umsitingini (CA), tíðarstempultænastu (TSA), sertifikatstaðfestingartænasta (OCSP), miðambætarum, yvirvaking og aðrar innanhýsis tænastur. Hetta eru kjarnulutirnir i Heldini.

Heldarumsitingarskipanin (HUM)

Heldarumsitingarskipanin er ein skipan har viðurskifti um Heldina og gerðir í hesum sambandi, verða viðgjørd. Hesi viðurskifti eru t.d. tilmelding av luttakara, viðgerð av umsøknum um vevtænastur, sertifikat umbønir, osfr.

Supportskipan - Jira Service Management (JSM)

Support fer fram umvegis Jira Service Management skipanina hjá Talgildu Føroyum. Hetta er felags KT Skivan hjá Talgildu Føroyum, og er til spurningar, trupulleikar og annað support-kent samskifti.​

Samskiftispersónar

Fyri luttakarar í Heldini

Samskifti um viðurskifti sambært hesum sáttmála og Heldina fer fram á tveimum stigum: Einum yvirskipaðum og einum tøkniligum stigi.

Yvirskipaða samskiftið umfatar at geva loyvir, knýta í Heldina og útnevna tøkniligar samskiftispersónar, ið taka sær av tøkniliga samskiftinum. Stjórin hevur evstu ábyrgd av yvirskipaða samskiftinum, men kann útnevna ein ábyrgdara av Heldini, ið fær heimild at geva loyvir og útnevna tøkniligar samskiftispersónar, vegna stjóran. Samskifti fer fram umvegis HUM.

Tøkniliga samskiftið umfatar t.d. uppseting av trygdarambætarum, gerð av sertifikatumbønum, tilmelding av KT skipanum, og annars spurningum ið kunnu verða ísv. at hava tilknýti til Heldina. Ábyrgdarin av Heldini útnevnir tøkniligar samskiftispersónar í umsóknini um knýti í Heldina. Tøkniligir samskiftispersónar kunnu t.d. vera ein innanhýsis teknikari ella ein uttanhýsis veitari av ambætarum. Er ongin tøkniligur samskiftispersónur nevndur, er ábyrgdarin av Heldini sjálvur tøkniligur samskiftispersónur. Luttakarin kann hava ymiskar tøkniligar samskiftispersónar fyri hvørja KT skipan/vevtænastu. Samskifti um tøknilig viðurskifti fer bert fram við hesar ásettu persónarnar, t.e. stjóran, ábyrgdaran av Heldini ella tøkniliga samskiftispersónin, sum gera neyðugu tøkniligu uppsetingina hjá luttakaranum og reka og viðlíkahalda trygdarambætaran.

Fyri TF

Tøkniliga samskiftið við TF fer fram umvegis HUM. Supportin annars fer fram umvegis JSM. 

ÁBYRGD, SKYLDUR OG TÆNASTUR VEITTAR AV HELDARDEPLINUM

Yvirskipað lýsing av tænastunum

Veitingarnar í tænastuni eru:

  • Tryggja eina vælvirkandi innliman av luttakarum á Heldina
  • Trygt, bronglað samskifti millum luttakarar í Heldini
  • Eitt yvirlit yvir tøkar vevtænastur
  • Support í sambandi við íbinding og rakstur av trygdarambætara
  • Tryggja støðugan rakstur av Heldardeplinum
  • Trygd fyri at samskifti gjøgnum Heldina er próvfast

TF hevur skyldu at tryggja, at omanfyri nevndu tænastur verða riknar á tryggan hátt.

TF hevur tó ikki endurgjaldsábyrgd fyri møguligum beinleiðis ella óbeinleiðis tapi, sum luttakarar kunnu hava av nýtslu - ella vantandi nýtslu - av Heldini.

Góðkenning av luttakarum

Tann, ið ynskir at gerast luttakari í Heldini, skal hava eitt virkið V-tal. Tá søkt verður um íbinding, kannar TF upplýsingarnar í umsóknini, t.d. um navn á luttakaranum og V-tal samsvara. Útflýggjan av sertifikati og endaliga íbindingin er treytað av, at upplýsingarnar eru rættar.

Sertifikat og forrit

Sum høvuðstáttur í trygdini í Heldini veitir TF sertifikat og forrit, sum eyðmerkja luttakarar og bronglar samskifti millum hesar.

Tað er grundleggjandi fyri trygdina í Heldini, at allir luttakarar lúka nøkur trygdarkrøv. Krøv til trygdina hjá luttakarum í Heldini eru nærri lýst í skjalinum “Trygdarkrøv”

Yvirlit yvir tøkar vevtænastur

Allir luttakarar, vevtænastur, KT skipanir, trygdarambætarar og ábyrgdarpersónar hjá luttakarunum í Heldini, verða skrásettir í HUM. Skipanin vísir yvirlit yvir tøkar tænastur, og hetta yvirlitið er alment á www.heldin.fo

TF viðlíkaheldur HUM.

Tíðarskeið og atgeingi

Atgeingi til Heldina skal vera á slíkum stigi, at tænasturnar, sæð yvir eitt 30 daga samanhangandi tíðarskeið[2], eru tøkar 99.5% av tíðini. Hetta verður nevnt nýtslutíðin[3].

Netsambondini ella onnur viðurskifti hjá luttakarum, sum kunnu ávirka atgeingið, verða ikki roknað uppí nýtslutíðina.

Support

Allar fráboðanir um feilir, hjálp og trupulleikar skulu beinast til JSM, við at stovna sak í https://support.talgildu.fo undir "Heldin support til stovnar og fyritøkur". Tað ber eisini til at fara inn á www.talgildu.fo/heldin at spyrja og lesa spurningar/svør hjá øðrum.

Heldin support hevur opið (vanliga arbeiðstíð)

Mánadag - fríggjadag 8.00 - 16.00

Trygdaravritan

Tað eru tvey sløg av trygdaravritan í Heldini, annað av Heldardeplinum, sum TF hevur ábyrgdina av, og hitt av trygdarambætarum hjá luttakaranum, sum luttakarin sjálvur hevur ábyrgdina av.

TF ger stakroyndir av avritum av Heldardeplinum.

Yvirvaking

TF yvirvakir Heldardepilin og hava møguleika at yvirvekja trygdarambætararnar hjá luttakarunum. Metir TF, at álvarslig trygdarbrot eru framd, t.d. talgild álop, virus, hakking o.s.fr., hevur TF heimild at fremja tey trygdarinntriv, sum mett vera neyðug t.d. at nokta viðkomandi myndugleika atgongd til Heldina, til viðurskiftini eru komin í eina trygga legu aftur.

Próvfesti

Heldin tryggjar, at samskiftið er próvfast. Hetta verður gjørt við at Heldardepilin savnar inn gerðalistar (loggar) og samanteljingar av øllum samskifti. Hervið kann staðfestast, hvat veruliga er farið fram.

ÁBYRGD OG SKYLDUR HJÁ LUTTAKARUM

Ábyrgdarin

Stjórin, ella ein av stjóranum útnevndur persónur, hevur yvirskipaðu ábyrgdina av teimum pørtum av Heldini, sum stovnurin varar av, t.d. trygdarambætara og vevtænastu, sí annars kapittul Samskiftispersónar omanfyri.

Tøkniligir persónar

Ábyrgdarin av Heldini útnevnir ein ella fleiri tøkniligar persónar, sum hava ábyrgdina av tekniska samskiftinum, sí annars kapittul Samskiftispersónar, omanfyri.

Yvirskipað lýsing av skyldum

Luttakarin hevur skyldu til at tryggja:

  • Rakstur av egnum trygdarambætara
  • At flokking er framd sambært vegleiðingina um trygdarflokking
  • At trygdaravrit verður gjørt av trygdarambætara
  • At gera politik og mannagongd fyri at hondtera loggar á trygdarambætara

Áðrenn íbinding

Luttakarin skal flokka dáturnar í teimum KT skipanum, sum skulu knýtast í Heldina.

Um ein luttakari er vevtænastuveitari, eigur hesin at lýsa endamálið, markamótið (interface) og funktiónina við vevtænastuni, og lata tað inn saman við umsóknini um íbinding. Luttakarin eigur eisini at kanna, um ein líknandi vevtænasta finst frammanundan, og um so er, heldur gera nýtslu av verandi vevtænastu. Meginreglan er, at ein ávís vevtænasta bert eigur at vera til staðar eina ferð í Heldini.

Trygd

Dátuflokkingin

Dátuflokkingin fer fram sambært skjalinum “Trygdarkrøv”

Trygdarambætarar og KT skipanir hjá vevtænastuveitarum skulu flokkast. Trygdarambætarin verður flokkaður eftir tí trygdarstigi sum KT skipanin, sum verður knýtt í trygdarambætaran, hevur. Eru fleiri ymiskar skipanir við ymiskum trygdarstigi íbundnar trygdarambætaran, skal trygdarambætarin flokkast eftir teirri skipan við hægsta trygdarstigi.

Tað er uppgávan hjá luttakarunum, at avtala trygdarstig sínámillum, um serlig trygdarviðurskifti gera seg galdandi.

Trygdarambætari og tilknýttar skipanir

Luttakarin hevur einsamallur ábyrgdina av trygdini á trygdarambætaranum, bæði tá talan er um fysiska trygd, brúkaraatgongd og herðing. Somuleiðis hevur luttakarin ábyrgdina av at tryggja samskiftið millum trygdarambætara og KT skipan. Luttakarin eigur at umhugsa at seta serlig tiltøk í verk í hesum samskifti, t.d. bronglað samskifti við SSL lyklum og/ella bert at loyva ávísum IP adressum atgongd. Eisini er neyðugt hjá luttakaranum at fyrihalda seg til loggar og at skipa fyri at hesir verða strikaðir ella fluttir av ambætaranum.

Meginreglan er, at ein luttakari bert hevur loyvi at binda sínar egnu skipanir í sín trygdar-ambætara. Ynskja luttakarar at víkja frá hesari meginreglu, skulu teir venda sær til Heldardepilin við hesum fyrispurningi. Tá trygdarambætarin er nýttur av fleiri luttakarum, skulu serlig atlit takast til loggar, tí loggar hjá ymiskum veitarum verða samanblandaðir. Er brúk fyri loggum frá trygdarambætaranum ísv. próvfesti, skal trygdarambætarin ikki deilast við aðrar luttakarar.

Heldardepilin kann veita support í samband við trygdaruppsetingina.

Trygdarhendingar

Gerst luttakarin varugur við, at møgulig trygdarbrot eru framd á kervi ella skipanir tess, t.d. trygdarbrek, álop, hakking o.s.fr., skal luttakarin alt fyri eitt boða Heldardeplinum frá hesum.

Stýring av atgongd

Ein vevtænastuveitari hevur sjálvur ábyrgdina av at stýra atgongd og rættindum hjá vevtænastubrúkarum. Tað er ábyrgdin hjá vevtænastuveitaranum at avgera, hvussu neyv stýringin skal vera.

Brúkaraumsiting og atgongd hjá undirveitarum

Av tí at atgongdin til vevtænastur verður stýrd í trygdarambætaranum hjá luttakaranum, so hevur tað avgerandi týdning, at atgongdin til hendan er strangt avmarkað.

Luttakarin skal boða Heldardeplinum frá broytingum við heldarábyrgdarum og tøkniligum samskiftis-persónum.

Trygdaravrit

Tað er ábyrgdin hjá luttakaranum at taka trygdaravrit av sínum egna trygdarambætara og at hava mannagongdir til at endurskapa trygdarambætaran. Tað er týðandi, at luttakarin eisini hevur eitt dagført yvirlit yvir, hvussu trygdarambætarin er settur upp, og hvørji loyvir eru givin.

Útbúnaður

Luttakarin hevur ábyrgdina av, at útbúnaðurin er í nóg góðum standi og svarar nóg skjótt og skal eisini halda viðlíka og umvæla tøkniliga útbúnaðin um neyðugt. Hetta umfatar internetsamband, firewall, lokalt net, trygdarambætara, vevtænastuambætara og annan útbúnað til rakstur av KT kervinum hjá luttakaranum.

Menning av forritum

Forrit, sum verða ment til Heldina, skulu fylgja protokollunum til SOAP og ReST, sum eru lýstar í ávikavist X-Road Message Protocol 4.0 og X-Road: Message Protocol for REST.

Mælt verður til, at luttakarar seta seg í samband við Heldardepilin, áðrenn farið verður í gongd at menna eina vevtænastu. Vevtænastur verða meldaðar til Heldina við at útfylla eitt oyðublað, saman við lýsing av skipan, í HUM, umframt at senda sertifikatumbøn (CSR) frá trygdarambætara, sum eisini verður avgreidd umvegis HUM.

PRÍSMYNDIL

Tað er ókeypis hjá almennum myndugleikum at knýta í og brúka Heldina. Allar aðrar útreiðslur, so sum menning av vevtænastum, uppseting og rakstur av trygdarambætara, gjalda allir luttakarar sjálvir fyri.

Kommunur, virkir og feløg gjalda fyri at knýta í og brúka Heldina. Galdandi prísir eru at finna á https://talgildu.fo.

ENDURSKOÐAN AV SÁTTMÁLA

Hesin sáttmáli kann broytast av Talgildu Føroyum og einum umboðandi toymi fyri luttakarar í Heldini, í felag. Broytingar verða gjørdar, um grundtænastan ella tænastustigið verða broytt.

FRÁBOÐAN

Heldardepilin hevur skyldu at boða luttakaranum frá, um feilir ella broytingar eru, ið kunnu ávirka arbeiðið hjá luttakaranum. Hetta verður gjørt við at senda luttakaranum teldubræv ella, í meira átrokandi førum, við at ringja til luttakaran.

FORCE MAJEURE

Hvørki Heldardepilin ella luttakarin kunnu ábyrgdast fyri, at avtala ikki verður uppfylt til tíðina, tá atvoldin er eitthvørt, sum partarnir ikki hava ávirkan á.

UPPATHALD

Um luttakari ynskir at taka seg úr Heldini, skulu skrivlig boð sendast til TF, ið tekur neyðugu loyvini aftur, so luttakarin gert óvirkin. Tað er ábyrgdin hjá luttakaranum at fráboða teimum luttakarum, sum hann letur ella fær dátur frá, um uppathald.

UNDIRSKRIFT

Fyri _________________________________            V-tal: ____________

Navn: _______________________________            Dagfesting: ____________    

Undirskrift: ________________________________________

 

Fyri Gjaldstovuna                         

Navn: ____________________________      Dagfesting: ____________    

Undirskrift: ___________________________________

 

[1] Ein almennur myndugleiki er sambært hesum rundskrivi um Heldina aðalráð, stovnar undir teimum, serligir grunnar o.a., umframt sjálvsognarstovnar, sum eru á fíggjarlógini javnbjóðis áðurnevndu almennu myndugleikunum.

[2] Held kann út frá hesum vanta atgeingi í góðar 3,6 tímar fyri hvørjar 30 dagar (30 dg. x 24 t. * 0,005 = 3,6 t.).

[3] Nýtslutíð svarar til danska heitið ‘oppetid’, og er tíðin í % tá skipanirnar eru atkomiligar.