ÁBYRGD OG SKYLDUR HJÁ LUTTAKARUM
Váttan um Heldábyrgdara takast niður HER
Ábyrgdarin
Stjórin, ella ein av stjóranum útnevndur persónur, hevur yvirskipaðu ábyrgdina av teimum pørtum av Heldini, sum stovnurin varar av, t.d. trygdarambætara og vevtænastu.
Samskiftispersónar
Samskifti um viðurskifti sambært hesum sáttmála og Heldina fer fram á tveimum stigum: Einum yvirskipaðum og einum tøkniligum stigi.
Yvirskipaða samskiftið umfatar t.d. at geva loyvir, knýta í Heldina og útnevna tøkniligar samskiftispersónar, ið taka sær av tøkniliga samskiftinum. Stjórin hevur evstu ábyrgd av yvirskipaða samskiftinum, men kann útnevna ein ábyrgdara av Heldini, ið fær heimild at geva loyvir og útnevna tøkniligar samskiftispersónar, vegna stjóran.
Tøkniliga samskiftið umfatar t.d. uppseting av KT og vevtænastu. Ábyrgdarin av Heldini útnevnir tøkniligar samskiftispersónar í umsóknini um knýti í Heldina. Tøkniligir samskiftispersónar kunnu t.d. vera ein innanhýsis teknikari ella ein uttanhýsis veitari av ambætarum. Er ongin tøkniligur samskiftispersónur nevndur, er ábyrgdarin av Heldini sjálvur tøkniligur samskiftispersónur. Luttakarin kann hava ymiskar tøkniligar samskiftispersónar fyri hvørja KT skipan/vevtænastu. Samskifti um tøknilig viðurskifti fer bert fram við hesar ásettu persónarnar, t.e. stjóran, ábyrgdaran av Heldini ella tøkniliga samskiftispersónin, sum gera neyðugu tøkniligu uppsetingina hjá luttakaranum og reka og viðlíkahalda trygdarambætaran.
Váttan um Heldarábyrgdara
Váttað verður, at eg:
____________________________________________________________________________
Navn á stovnsleiðara/stjóra
við hesum gevi:
____________________________________________________________________________
(Navn á starvsfólki)
heimild at virka sum ábyrgdari av Heldini, smb. sáttmála um tænastustig, vegna:
____________________________________________________________________________
Navn á myndugleika
____________________________________________________________________________
Dagfesting Undirskrift