Størri mynd

Myndin omanfyri vísur yvirskipaðu mannagongdina fyri, hvussu ein knýtir seg í Heldina sum vevtænastuveitari.

Stigini niðanfyri vísa nágreiniliga mannagongdina at knýta í Heldina sum vevtænastuveitari. Undir hvørjum stigi er ein stutt frágreiðing til tess at veita eina ítøkiliga lýsing av einstaka stiginum. Eru spurningar ella ivamál um knýtið, ber til at senda ein teldupost á heldin@gjaldstovan.fo   

Stovnar í KT-Landsins:

Legg til merkis, um luttakarin er í Landsneti, og ynskir at nýta felags trygdarambætara, so er ikki neyðugt at taka støðu til stig 1, 2, 5, 6 og 7.

  • Stig 1 Trygdarambætari (download+install)

    Uppsetan av trygdarambætara og tilmelding í Heldina

    Ein vegleiðing til uppsetan av trygdarambætara er gjørd, sum lýsir øll stigini í samband við uppsetan. Eisini verður lýst, hvussu tilmelding fer fram.

    Tak vegleiðingina niður: Uppsetan av trygdarambætara og tilmelding í Heldina (PDF)

    Vegleiðingin er skrivað til testumhvørvið. Uppsetanin til rakstarumhvørvið er tann sama, men adressur og DNS keys eru ymisk. Sí stig 2

    Les meira um hetta í skjalinum Uppsetan av trygdarambætara og tilmelding í Heldina, síða 3 til 8

    Eisini er yvirskipaða vegleiðingin til trygdarambætarar tøk á enskum her: Security Server User's Guide (PDF) 

  • Stig 2 Íbinding til Heldina (teknisk)

    Sí vegleiðingina í stig 1 

    Tekniska íbindingin til Heldina er lýst á síðunum 8 til 11 í omanfyrinevnda skjali. Legg til merkis at munur er á parametrunum til testumhvørvi og til rakstrarumhvørvi.

    Parametrarnir kunnu finnast í skjalinum og á heimasíðuni.

     

  • Stig 3 SLA við Heldardepilin og heldarábyrgdari útnevndur

    Fyri at gerast luttakari í Heldini, er neyðugt at sáttmáli er gjørdur við Heldardepilin. Sáttmálin kann takast niður HER og skal sendast til heldin@gjaldstovan.fo

    Harumframt kann stjórin útpeika ein heldábyrgdara, sum síðani kann avgreiða og undirskriva samskifti mótvegis Heldardeplinum vegna luttakarin. Váttan um Heldábyrgdara takast niður HER og skal sendast til heldin@gjaldstovan.fo

    Er eingin Heldábyrgdari útpeikaður, er neyðugt hjá stjóranum at undirskriva alt samskifti við Heldardepilin, t.e. tilmeldingar o.t.

  • Stig 4 Skráset vevtænastu

    Skrásetingin av eini nýggjari vevtænastu verður gjørt á tínum trygdarambætara. Legg til merkis hvørji krøv eru til Navnastandardir til vevtænastur:

    Hesi nøvn vera ikki góðtikin:

    • skipanir við "test" í navninum
    • skipanir við stavivillum
    • nøvn líkjast nógv ella liggja tætt uppat øðrum nøvnum
    • stavir sum liggja uttanfyri vanliga enska stavraðið, t.d. (@, ð, ó, *, ?,_)
      tó er "-" góðtikið sum tað er lýst í navnastandardinum

    Sí skjalið í stig 1, punkt 2.1 á síðu 11, um hvussu ein vevtænasta verður skrásett á trygdarambætaranum. Legg til merkis at tá vevtænastan er skrásett, er eisini neyðugt at goyma eina certreq.gz fílu. Hesa fíluna fært tú við at trýsta á “Save Certification Request” eftir at vevtænastan er skrásett á tínum trygdarambætara.

  • Stig 5 Send umsókn og certreq til Heldardepilin

    Heinta umsøkn til vevtænastuveitara.

    Um luttakarin ikki enn er ein góðkendur luttakari, kann undangóðkenning gerast. Tak umsókn til undangóðkenning niður

    Vegleiðing at fylla út umsóknarblaðið

    Vel fyrst um tað er íbinding í rakstrar- ella testumhvørvið.

    Navn á stovni/virki
    Grundleggjandi upplýsingar um stovnin/virkið, ið ynskir at knýta í Heldina sum tænastuveitari.

    Heldábyrgdari
    Um stovnurin/virkið hevur ein innanhýsis Heldábyrgdara, skal hann vera nevndur her. Heldábyrgdarin hevur somu heimildir sum stjórin, hvat viðvíkur Heldini.

    Umsitari av trygdarambætara
    Her verður upplýst hvør er tekniskur kontaktpersónur í samband við hendan trygdarambætaran. KTL hevur bert heimild at samskifta við hendan persónin um uppseting oa. á trygdarambætaranum.

    Navn á KT skipanini og árgangur
    Hevur skipanin eitt navn, so verður tað skriva her, um ikki, so má skipanin navngevast. Hetta navnið verður alment, og verður brúkt til at vísa til eina skipan.

    Dátuflokking av KT skipanini
    KT skipanin skal flokkast, sum ávíst í skjalinum Trygdarkrøv. Finn frágreiðingina av dátuflokking har ella á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni her (leinki). 

    Stutt lýsing av dátum
    Hetta skal vera ein stutt lýsing av, hvat vevtænastan ger og hvørjar dátur verða fluttar. T.d. um tað er persónsupplýsingar, akfarsupplýsingar, virkislýsingar, o.s.fr. 

    Navn á trygdarambætara
    Hetta er navnið á virtuellu/fysisku telduni sum koyrir trygdarambætaran. Hetta verður nýtt til at eyðmerkja telduna við einum trygdarambætara um har eru tekniskir trupulleikar, og eisini tá fleiri luttakarar deila ein trygdarambætara.

    Public IP á trygdarambætara
    Tað er umráðandi at hendan adressan er røtt, og at hon verður dagførd í samband við flyting.

    Dátuflokking av trygdarambætara
    Trygdarambætarin skal dátuflokkast eftir vegleiðing í Trygdarskjalinum.

    Registry Code
    Navngevið tykkara vevtænastu eftir navnastandardinum hjá Heldini, t.e.: “Stytting av stovni/virki, skipanarnavn og útgáva”. Hetta skal alt verða við lítlum stavum og verð unikt navn.

    Dømi: Navnið á vevtænastuni hjá Umhvørvisstovuni við fólkayvirlitinum kundi verið “us-folk-v1”

    Hesi nøvn vera ikki góðtikin:

    • skipanir við "test" í navninum
    • skipanir við stavivillum
    • nøvn líkjast nógv ella liggja tætt uppat øðrum nøvnum
    • stavir sum liggja uttanfyri vanliga enska stavraðið, t.d. (@, ð, ó, *, ?,_) tó er "-" góðtikið sum tað er lýst í navnastandardinum 

    Organization’s full name
    Hetta skal vera tað sama sum í Registry Code.

    "Registry code" og "Organization's full name" skal vera exakt tað sama sum tað sum er skrásett á trygdarambætaranum.

  • Stig 6 Heldardepilin skrásetur vevtænastu

    Heldardepilin tilmeldar vanliga vevtænastuveitarar týsdagar. Tá tilmeldingin er klár fær luttakarin boð um at tilmeldingin er framd.

  • Stig 7 Heinta góðkenda sertifikatið til trygdarambætaran

    Tá Heldardepilin hevur tilmelda umbønina útfrá umsøknini og certreq.gz fíluni, er neyðugt hjá luttakaranum at innlesa góðkenningina, áðrenn samskift verður umvegis Heldina. Hetta er lýst frá niðast á síðu 13 til síðu 14 í skjalinum: Uppsetan av trygdarambætara og tilmelding í Heldina (PDF)

    Vel fyrst vevtænastuna í listanum, har sum tú upprunaliga skrásetti hana, og trýst so á Authentication Keys. Trýst so á “Load Certificates” og síðani á Save, tá eitt certificate bleiv innlisið. Nú er vevtænastuveitarin tøkur á Heldini (hóast eingin vevtænasta enn liggur aftanfyri).

  • Stig 8 Menning av vevtænastu

    Menningin av eini vevtænastu til Heldina kann í veruleikanum longu byrja eftir at stig 4 er avgreitt, og navnið á vevtænastuni er staðfest. Vegleiðingar og template fílur til menning í .Net og Java eru at finna á heimasíðuni, undir Verkstovur.

    Legg til merkis, tað er eitt gott hugskot at fáa navnið á vevtænastuni góðkent av Heldardeplinum, áðrenn menningin av vevtænastuni fer í gongd, tí víst verður til hetta navnið í kotuni sum skal mennast.

    Áðrenn farið verður víðari, hava tit møguleika at royna um WSDL fílan verður góðkend. Til hetta er ein WSDL góðkennari (validator) gjørdur. WSDL góðkennarin kannar fíluna og gevur afturboð. Við afturboðunum í huga, hava tit síðani møguleika at rætta ella bøta um vevtænastuna.  

    Forritið er at finna í Debian .deb fíluni, eins og ein zip-fíla er gjørd til Windows brúkarar. Í Føroyum nýta vit xroad 5, og skal samsvarandi (xroad5) góðkennarin tískil veljast.

    Leinkja til forrit: http://x-road.ee/valid/

  • Stig 9 Áset IP og URL til vevtænastu

    Tá vevtænastan er liðug, og klár at roynast ígjøgnum Heldina, skal trygdarambætarin uppsetast til samskifti við vevtænastuna. Hetta verður gjørt í umsitingarmyndini á trygdarambætaranum. Ein vegleiðing til hetta er at finna niðast á síðu 12 til ovast á síðu 13 í skjalinum: Uppsetan av trygdarambætara og tilmelding í Heldina

    Um tú hevur felags trygdarambætara á Landsneti, so kanst tú senda IP, port, URL og Wsdl URL til umsitarin av trygdarambætari. Umbøn um hetta skal gerast av Heldábyrgdaranum ígjøgnum helpdesk skipanina hjá KT Landsins.

  • Stig 10 SLA við vevtænastubrúkarar

    Ein avtala skal gerast millum luttakararnar í Heldini, tvs. millum veitara og brúkara, um hvørjar dátur verða deildar og undir hvørjum treytum.

    Heldardepilin tekur ikki støðu til hesa avtalu.

  • Stig 11 Áset hvør skal hava atgongd

    Nú er bert eftir at geva luttakarum atgongd til vevtænastuna, og hetta verður gjørt í umsitingarmyndini á trygdarambætaranum. Far inn á vevtænastuveitarin, og vel knøttin Access Rights. Síðani kanst tú við at velja knøttin “Add” finna aðrar luttakarar á Heldini og geva teimum atgongd til ávísar metodur ið eru tøkar í vevtænastuni. Trygdarambætarin lesur av, hvørjar metodur eru tøkar, og síðani ber til at seta flugubein í tær metodurnar sum ávísi luttakarin skal hava atgongd til.

    Um tú hevur felags trygdarambætara á Landsneti, so kanst tú umbiða stovnan og broyting av atgongd til vevtænastuna. Umbøn um hetta skal gerast av Heldábyrgdaranum hjá luttakaranum, ígjøgnum helpdesk skipanina hjá KT Landsins.

    Upplýsast skal:

    • registry code hjá vevtænastubrúkara (v-tal), sum skal hava atongd
    • organization name (navn á vevtænastubrúkara), sum skal hava atongd
    • navn á vevtænastuni (t.d. us-folk-v1) ið vevtænastubrúkarin skal hava atgongd til
    • listi av metodum ið vevtænastubrúkarin skal hava atgongd til

     

Far beinleiðis til

Spurningar um evnið?

Oyðubløð