Heldin umsitingarskipanin

Í løtuni verður arbeitt við nýggjari umsitingarskipan til Heldina. Heldarumsitingarskipanin  liggur á heimasíðuni www.heldin.fo. Hetta er eitt amboð hjá luttakarum at síggja yvirlit yvir síni viðurskifti á Heldini.

Tá HUM er klárt, kunnu oyðubløð o.a. avgreiðast umvegis skipanina talgilt, og ikki sum í dag við prentaðum umsóknarskjølum og innskannaðum undirskriftum. Eisini verða trygdarambætarar, sertifikatumbønir og tilhoyrandi sertifikatir avgreidd umvegis HUM.

Nýggja HUM verður testað í løtuni, og verður væntandi tøk á www.heldin.fo í heyst.