Heldin 2.jpg (1)

Heldin heldur Talgildu Føroyum saman

Heldin er tryggur samskiftispallur, sum ger tað lætt og skjótt at knýta KT-skipanir saman, samstundis sum trygd og próvfesti er eins gott sum í verandi manuellu mannagongdum. 

Heldin grundað á estlendska samskiftispallin X-Road. Tað er Nordic Institute for Interoperability Solutions, NIIS, sum eigur og víðarimennir X-Road. Alt keldutilfar til skipanina er í dag open source og liggur á GitHub.


Størri mynd

Hvat er Heldin?
Heldin tekur sær av dátum, sum verða fluttar millum telduskipanir hjá stovnum og fyritøkum. 
Talan er um eitt tøkniligt undirstøðukervi og fyriskipanarligan karm, sum ger tað møguligt at hava trygt, skipað og bronglað dátusamskifti. Tú kanst hugsa um Heldina sum eitt postverk, sum ber brøv millum tveir partar, uttan at kanna innihaldið í brøvunum, og syrgir fyri, at brøv ikki verða send til óviðkomandi.  

Myndin omanfyri vísir, hvussu Heldin er samansett, og hvussu luttakarar eru knýttir í Heldina. Hvør luttakari hevur sínar egnu KT skipanir, sum eru teknaðar sum kassar ovast á myndini. Hesar verða knýttar í Heldina gjøgnum ein trygdarambætara umvegis ein millumambætara. Millumambætarin virkar sum eitt umsetandi lið millum skipaninar og trygdarambætaran. Klingran í miðuni ímyndar, hvar samskiftið fer fram. Hóast tað er teknað sum ein klingra, fer samskiftið fram umvegis bronglaðar tunlar beinleiðis millum tveir luttakarar. Kassarnir til høgru eru kjarnukomponentar, sum halda skil á, hvør er hvør í Heldini og senda sertifikatir út til luttakararnar, so at bronglaða samskiftið er trygt. Niðast eru dømi um ymiskar borgaratænastur, sum kunnu knýtast í Heldina, soleiðis sum tað er gjørt við Vanganum.

Fylgjandi mynd vísir, hvussu samskifti millum tveir partar fer fram. Ein brúkari ritar inn í KT skipanini á stovninum hjá sær. Hendan skipanin koyrir vanliga á lokalum dátugrunnum, men tá tað er neyðugt at heinta dátur frá øðrum, setur KT skipanin seg í samband við trygdarambætaran á staðnum við einum fyrispurningi. Hesin trygdarambætarin spyr inn til Heldardepilin, hvar fyrispurningurin skal sendast. Heldardepilin hevur eitt yvirlit yvir allar tænasturnar á Heldini, og svarar aftur við adressuni hjá móttakaranum. Síðan setur tann lokali trygdarambætarin seg í samband við trygdarambætaran (TA) hjá vevtænastuveitaranum, og sendir fyrispurningin inn. TA hjá vevtænastuveitaranum sendur fyrispurningin víðari til millumambætaran, sum umsetir fyrispurningin so at KT skipanin hjá veitaranum skilur hendan. Svarið fer aftur hinvegin, og endar á skerminum hjá brúkaranum. Tann stóri grøni kassin vísir, hvar Heldin hevur ein leiklut.

Staklutir í Heldini

Størri mynd

Share

Upprunin til navnið Heldin

Ein held er ein klingra av veðrahorni ella viði, ið frá gamlari tíð hevur verið brúkt at bera hoyggj. Reip verða knýtt í heldina og bundin um byrðuna, sum soleiðis hongur saman. Við eini held ber til at bera meiri.