![](https://talgildu.cdn.fo/savn/2659/heldin_538x289_nytt.png?width=538&height=289&rmode=crop&bgcolor=fff&format=jpg&t=42863716&s=l7NPmyiIE_1UHqCGQlFvucALp4E)
Dagføringar av trygdarambætara
Vit mæla til, at trygdarambætarar altíð hava nýggjastu útgávuna av X-Road.
Í leinkinum niðanfyri er yvirlit yvir allar X-Road útgávur:
https://x-road.global/releases
Gevið gætur, at í nøkrum førum er neyðugt at dagføra X-Road í fleiri stigum. Í 'release notes' til einstøku útgávurnar er yvirlit yvir, hvørjari X-Road útgávu dagførast kann frá.
Lesið meira um dagføringar av X-Road á heimasíðuni hjá Nordic Institute for Interoperability Solutions.
Vit mæla til, at tit altíð dagføra menningar/test umhvørvið fyrst, og at tit taka snapshot/backup, áðrenn dagføringar verða gjørdar.