
Í grundardátu verkætlanini, sum umfatar ognir er Tinglýsingin avgerandi skipanin. Tinglýsingin verður í dag umsitin av Umhvørvisstovuni og hevur fylgjandi høvuðsendamál:
- at vera tann almenna skrásetingin av rættindum yvir fastari ogn, motor akførum og leysafæ
- at tryggja rættindini hjá tí sum hevur rættindini ímóti øðrum rættindum
- at staðfesta veðrættir á ognunum
Tinglýsingin er í dag 100% tengd at pappíri og manuellari málsviðgerð, sum verður skrásett í talgildari skrásetingarskipan. Miðal málsviðgerðartíðin er umleið 3 vikur. Tað tekur tí langa tíð og er dýrt og óskynsamt fyri vinnuna, borgaran og umsitingina.
Málið við grundardátuverkætlanini viðvíkjandi tinglýsingini er:
- At Tinglýsingin verður 100% talgild og at 70% av málunum verða gjørd umvegis sjálvgreiðslu
- At viðgerðartíðin verður munandi stytt frá vikum niður í minuttir
- At tað verður møguligt at tinglýsa alt døgnið
- At upplýsingar úr tinglýsingini verða ókeypis
- At tinglýsingardátur verða teldutøkar
Verkevnini í grundardátuverkætlanini fyri ognir eru:
- At ljóslesa núverandi pappírsarkiv og gera tað talgilt
- At "dátuvaska" tinglýsingarskránna, tað er at eyðmerkja ognir við P-tali og V-tali.
- At gera konsept fyri og menna Tinglýsingarskipan
- At verkseta mentu skipanina