
Teir mest grundleggjandi upplýsingar um persónar eru at finna í skipanini hjá Landsfólkayvirlitinum, vanliga nevnt FÓLK.
Her verða persónarnir eyðmerktir við persónstalinum(P-talinum), sum er høvuðs lykilin í samskiftinum hjá borgaranum við almenn myndugleikarnar. Umhvørvisstovan umsitur FÓLK, meira kann lesast um landsfólkayvirlitið á heimasíðuni www.us.fo
Landsfólkayvirlitið verður fyrisitið sambært løgtingslóg um fólkayvirlit, sí meira í leinkinum niðanfyri
Løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit
Grundardátuverkætlanin í samband við persónar(FÓLK) hevur hesi yvirskipaðu mál:
- at øll dagføring av upplýsingum verður gjørt talgilt
- at útlendskir bústaðir verða tøkir í FÓLK
- at talgild atgongd verður til álítandi upplýsingar
- at upplýsingar verða lætnar ókeypis
- at miðfirraðar skráir, bæði almennar og privatar, kunnu fáa talgilda atgongd umvegis heldina til FÓLK, við stuttum skotbrá
- at borgararnir sjálvir kunnu dagføra upplýsingar í Fólkayvirlitinum
Og eru hetta ítøkiligu verkevnini:
- at kanna um undirtøka er fyri at tillaga lóggávu um fólkayvirlit
- at verkseta skrásetingarskipan so prestarnir skráseta talgilt í FÓLK
- at menna vev-tænastur(WEB-services) so at FÓLK kann dagføra miðfirraðu skipanirnar umvegis Heldina
- at menna sjálvgreiðslutænastur til borgararnar
- at gera konsept fyri kontaktupplýsingar (teldupost, telefon v.m.)
- at menna skipanina soleiðis, at privatar fyritøkur fáa dagført grundleggjandi upplýsingar sjálvvirkandi úr FÓLK