
Matrikulin hevur til endamál at veita almenna og løgfrøðiliga bindandi skráseting av øllum fastognum í Føroyum, har ásett verður, hvar hesar liggja, og hvat tær fevna um og:
- er ein fastognarlykil, har øll fastogn er eyðmerkt við einum matrikulnummari, sum aðrar ognarskráir brúka sum lykil
- goymir grundleggjandi upplýsingar um, hvat ein fastogn er, og hvar hon er
- veitir rættartrygd viðvíkjandi stødd og legu móti krøvum frá øðrum
Matrikulin er eitt sonevnt realregistar, ið skal fatast sum yvirlitið yvir alla fasta ogn í Føroyum og er staðsett á Umhvørvisstovuni. Matrikulin er ein skipan við manuellari málsviðgerð sett saman av a) hoyringstilgongd, b) uppmáling/avseting og tekning og c) skráseting, sum verður stuðlað av málsviðgerðarforritum og uppmátingum. Góðskueftirlit er týðandi partur av arbeiðinum.
Málsviðgerðartíðin liggur ímillum ½-1½ ár, men onkur serstøk mál kunnu taka munandi longri tíð at avgreiða. Umleið 300 mál verða avgreidd árliga.
Aktiv luttøka í tilgongdini Talgildu Føroyar skal hava við sær, at matrikulera fyrisitingin verður skjótari, betri og bíligari.
Yvirskipað mál er:
- at matrikulkortið og –data er frígivið til ókeypis brúk hjá øllum.
- at allar matrikulerar umsóknir og allar játtanir skulu verða 100% talgildar.
- at hoyringstilgongdin er 100% talgild.
- at matrikularkivið er talgilt.
- at nýggj matrikulskipan er ment.
- at mannagongdir og reglur eru foreinklaðar.
Og kemur hetta at merkja:
- skjótari málsviðgerð merkir munandi effektivitet og betri lønsemi hjá entreprenørum, sum gera privatar útstykkingar.
- at kommunur og landsmyndugleikar (Landsverk, Búnaðarstovan) merkja munandi effektiviseringar, orsakað av styttum málsviðgerðartíðum, og harav eitt betri lønsemi.
- at talgilda undirskriftin styttir munandi um bíðitíðina í truplum vegamálum, har tað kann taka ár at fáa neyðugar heimildir. Hetta er ein stórur fíggjarligur fyrimunur fyri kommunur og Landsverk.
- betri nøgdsemi hjá áhugapørtum
- betri gjøgnumskygni, tá matrikuldata eru ókeypis
- at bøtt verður um kvalitetin í matriklinum
- nógv skjótari málsviðgerðartíð
- at frí matrikuldata eru ein fortreyt fyri menning av øðrum ognardata
Verkevnini í grundardátuverkætlanini fyri matrikulskránna eru:
- at ljóslesa matrikulskjølini, sum eru í pappírsformi og gera tey teldutøk
- at gera konsept fyri og menna nýggjar telduskipanir til matrikulin
- at verkseta nýggju telduskipanirnar