
Geodátur eru tað sum manna millum verður nevnt kort, men at hesi í dag eru teldutøk letur upp fyri nógv fleiri møguleikum. Geodátur umfatar nógv sløg av kortum: teknisk kort, topografisk kort, myndakort, hæddarmodel, matrikulkort og adressukort
Geodata deildin á Umhvørvisstovuni mennir tað geodetiskta grundarlagið, ger kort til Føroyska samfelagið og rekur heimasíðuna foroyakort.fo
Ein stórur trupulleikin hevur øll árini verið, at øll ikki hava havt somu atgongd til geodátur.
Um geodátur eru frí og ókeypis, fæst munandi størri nytta av teimum:
- at øll hava altíð atgongd til geodátur tí tey verða tøk á netinum.
- at geodátur eru dagførd og øll brúka somu originalu dátur.
- at dagføring verður gjørd eftir føstum leisti og óneyðugt verður av brúka tíð uppá at fáa kommunur av verða við.
- at smásøla av kortum, sum kann vera tíðarkrevjandi, verður minni.
- at privatar fyritøkur kunnu menna forrit (apps) og nýggj kort.
Sáttmáli varð gjørdur millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna um frí og opin geodátur. Hesar eru nú ókeypis og tøkar á heimasíðuni www.foroyakort.fo