Ein samskipan av føroyskum grundardátum skapar góðar fortreytir fyri talgildum samskifti millum borgaran, vinnulívið og almennar myndugleikar. Í Estlandi verður mett, at smidligari samskifti hevur spart 2% av bruttotjóðarúrtøkuni, tí óneyðuga arbeiðið av dupultskrásetingum er minkað.
Grundardátur er virðismikið tilfeingi hjá øllum samfelagnum. Land og kommunur brúka hesi til at røkja sínar fyrisitingarligu uppgávur, t.d. í sambandi við skatt, veitingar til borgarar, byggimál, tilbúgving osfr. Vinnulívið brúkar grundardátur í samskifti við tað almenna, skrásetingar av viðskiftafólki og til menning og skapan av nýggjum arbeiðsplássum. Tað er sera týðandi, at grundardátur ikki eru skeivar ella ódagførdar, t.d. í samband við tilbúgving, tá ein persónur fær medisin útflýggja, og tá ið vandi er fyri at háspenningskáplar verða grivnir av.
Á hvørjum ári brúka vinnan og tað almenna tíð og pening til at umsita grundardátur. Meginreglan er, at tann stovnurin, sum viðger ein ávísan grundardátulut, t.d. ein persón, altíð hevur teir rættastu og best dagførdu upplýsingar
Tað hevur verið ført fram, at grundardátur eru sera virðismikil í samband við menning av nýggjum vinnumøguleikum. Tá ið dáturnar eru atkomuligar og ókeypis, kann vinnan brúka hesa vitan til at menna nýggjar vørur og tænastur.