Grundardátur - rávøra í talgildu menningini

Grundardátur eru grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar. Okkara ognir, kort, adressur og virksemi.

Grundardátu verkætlanin hevur sum yvirskipað endamál, at tryggja eina skynsama nýtslu av grundardátum í føroyska samfelagnum við at gera dáturnar tøkar, álítandi og ókeypis.

Effektiv nýtsla av almennum grundardátum er tíðandi fortreyt fyri skynsamari rakstri, betri tænastu og øktum vinnumøguleikum bæði í tí almenna og tí privata geiranum.

Grundardátur skulu innihalda eitt minstamát av upplýsingum. Stutt sagt skulu bara upplýsingar, sum eru felags fyri allar partar, eyðmerkjast sum grundardátur. Hevur ein stovnur serligar dátur, so eiga hesi verða knýtt at grundardátum í einari lokalari skrá hjá hesum stovninum.

Les um heildarætlanina innan Grundardáta her.

  • Les meira um Gagnið

    Ein samskipan av føroyskum grundardátum skapar góðar fortreytir fyri talgildum samskifti millum borgaran, vinnulívið og almennar myndugleikar. Í Estlandi verður mett, at smidligari samskifti hevur spart 2% av bruttotjóðarúrtøkuni, tí óneyðuga arbeiðið av dupultskrásetingum er minkað.

    Grundardátur er virðismikið tilfeingi hjá øllum samfelagnum. Land og kommunur brúka hesi til at røkja sínar fyrisitingarligu uppgávur, t.d. í sambandi við skatt, veitingar til borgarar, byggimál, tilbúgving osfr. Vinnulívið brúkar grundardátur í samskifti við tað almenna, skrásetingar av viðskiftafólki og til menning og skapan av nýggjum arbeiðsplássum. Tað er sera týðandi, at grundardátur ikki eru skeivar ella ódagførdar, t.d. í samband við tilbúgving, tá ein persónur fær medisin útflýggja, og tá ið vandi er fyri at háspenningskáplar verða grivnir av.

    Á hvørjum ári brúka vinnan og tað almenna tíð og pening til at umsita grundardátur. Meginreglan er, at tann stovnurin, sum viðger ein ávísan grundardátulut, t.d. ein persón, altíð hevur teir rættastu og best dagførdu upplýsingar

    Tað hevur verið ført fram, at grundardátur eru sera virðismikil í samband við menning av nýggjum vinnu­møguleikum. Tá ið dáturnar eru atkomuligar og ókeypis, kann vinnan brúka hesa vitan til at menna nýggjar vørur og tænastur.

  • Les meira um Samskiftið

    Samskifti av lokalum dátum og grundardátum verður gjørt við einari felags eyðmerking. Hetta kann tykjast sjálvsagt, men í dag eru fleiri ymiskar eyðmerkingar fyri tað sama, til dømis bæði V-tal og skrásetingartal fyri virkir og bæði P-tal og e-tal fyri persónar. At fleiri eyðmerkingar eru, ger tað torført at binda saman dáta, sum hoyra saman.

    Val av hóskandi eyðmerking er tí ein partur av uppgávuni at skipa ein skynsaman KT-arkitektur. Tað er eingin forðing fyri at velja eina verandi eyðmerking. Tað er bert ein fortreyt, at øll skulu kunna brúka hesa.

  • Les meira um Meginreglurnar

    Upplýsingar skulu bara latast og skrásetast eina ferð. Allir myndugleikar og tænastur skulu heinta upplýsingar úr somu grundardátuskráum, sum skulu vera ókeypis. Trygt samskifti millum skráir fer umvegis Heldina.

    Hjá privatum veitarum gerast eitt nú ókeypis kortdátur eitt nýtt tilfeingi til teirra, sum hava hugflog at menna nýggjar tænastur til føroyska marknaðin og til allan heimin.

    Meginreglur fyri grundardátur:

    • Grunddáta skulu bert skrásetast einaferð og á einum stað
    • Dagførd grundardátur skulu altíð vera tøk
    • Tað skal vera ómakaleyst at fáa fatur í grundardátum
    • Tað skal vera ókeypis at fáa fatur á grundardátum
    • Tað skal vera lætt at finna út av hvørjir upplýsingar eru tøkar, og hvussu ein fær fatur í teimum
    • Tað almenna skal altíð hava fulla atgongd og ræðisrætt yvir almennu skráum
    • Skráir við grundardátum eiga at mennast og víðkast við upplýsingum sum hava felags áhuga - t.d. telefonnummar hjá persónum
    • Eitt hóskandi lógarverk eigur at vera rundanum skráseting og brúki av grunddáta

    Meginreglur KT-arkitekturi

    • Samskiftið millum skipanir skal vera einsháttað og bygt á nýmótans standardum
    • Samskiftið millum skipanir skal vera trygt
    • Avmarkingar skulu ikki vera í, hvar skipanir skulu rekast
    • Samskifti millum skipanir skal kunna fara fram umvegis internetið
    • Skipaði viðurskifti. Ein almennur myndugleiki eigur at vera, sum heldur skil á samskifti millum skipanir – hvør hevur atgongd til hvat, og hvør samskiftir við hvønn
    • Tað skal ikki vera neyðugt hjá stovnum at fara í samráðingar við aðrar stovnar ella veitarar, hvørja ferð tørvur er á at fáa fatur í upplýsingum hjá hvørjum øðrum
    • Tað eigur at verða skrásett, tá skipanir samskifta, men ikki hvat verður samskift
    • Tað eigur at vera møguligt hjá einum borgara at síggja, hvør ið hugt eftir upplýsingum um hann

    At samansjóða grundardátuskráir gjøgnum Heldina:

    • ger tað óneyðugt at lata somu upplýsing fleiri ferðir
    • ger tað gjørligt at avgreiða síni viðurskifti á einum stað
    • ger tað møguligt at síggja alt, sum er skrásett um teg
    • kann geva tær innlit í, hvør hyggur eftir upplýsingum um teg

Share