Verkætlanarleiðari fyri Grundardátur

Nú verkætlanarleiðarin fyri verkætlanina Grundardátur er farin í annað starv, søkja vit eftir einum fólki, at leiða verkætlanina Grundardátur. Umframt nevndu verkætlan kann seinni eisini gerast talan at leiða aðrar verkætlanir í Talgildu Føroyum.

  • Arbeiði Hesar eru uppgávurnar tú skalt loysa
    • Taka yvir og enduskoða skipan, manning og ætlanir fyri verkætlanirnar í Grundardátum
    • Handfara áhugapartar og váðar
    • Leiða starvsfólkini í verkætlanini
    • Samskifta við og rapportera til stýrisbólk og verkætlanarstjóra fyri Talgildu Føroyar
    • Hava fíggjarliga ábyrgd av verkætlanini, m.a. leggja fíggjarætlan saman við verkætlanarstjóra, og góðskutryggja verkætlanar-roknskap.
    • Luttaka saman við hinum verkætlanarleiðarunum í strategiskum spurningum viðvíkjandi Talgildu Føroyum.
  • Krøv Útbúgving og royndir

    Tú skalt hava holla vitan um og royndir við verkætlanarleiðslu, og skalt í hesum sambandi vísa á royndir sum verkætlanarleiðari av verkætlanum, sum í vavi og innihaldi minna um nevndu verkætlan. Tú skalt eisini hava kunnleika um, og helst praktiskar royndir við, at brúka verkætlanarleiðsluamboð og -háttalag. Tað er eisini ein fyrimunur, kennir tú til at menna og verkseta KT loysnir, sum eru avbjóðandi tøkniliga, fyriskipanarliga, løgfrøðiliga og politiskt.

    Tað hevur eisini týdning, at tú hevur góðar eginleikar at leiða og samstarva, ert virkisfúsur, samstarvssinnaður, dugir væl at finna loysnir, og ikki ræðist ósemjur.

    Tað er fyrimunur, hevur tú viðkomandi útbúgving á kandidat- ella bachelor stigi innan t.d. KT, samskifti, organisatión ella líknandi. Tað er eisini ein fyrimunir, um tú frammanundan hevur kunnleika til Grundardátu økið

  • Setan Setanar- og lønarviðurskifti

    Starvið sum verkætlanarleiðari fyri Grundardátur er tíðaravmarkað fulltíðarstarv næstu 3 árini. Starvið verður helst flokkað eftir BLF-sáttmálanum, AKF-sáttmálanum ella Starvsmannafelagssáttmálanum. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving tú hevur, umframt møguleika fyri serligari viðbót. 

    Arbeiðsstaður er Gjaldstovan og starvið verður skipað í Talgildu Føroyum, og tú vísir til verkætlanarstjóran fyri Talgildu Føroyar. Umframt uppgávur fyri Talgildu Føroyar, kann tað verða at tað eisini verða uppgávur fyri Gjaldstovuna.

  • Umsókn Hevur tú hug at søkja?

    Skalt tú fylgja slóðini HER.  

Talgildu Føroya

Talgildu Føroyar er skipað sum ein verkætlanarorganisatión undir Gjaldstovuni.

Í Talgildu Føroyum starvast í dag 6 starvsfólk í føstum starvi. Lesið meira um Talgildu Føroyar her á heimasíðuni (talgildu.fo).

Á Gjaldstovuni starvast umleið 50 starvsfólk innan virkisøkini, løn, bókhald, roknskap og KT. Lesið meira um Gjaldstovuna á gjaldstovan.fo.