Trý verkætlanarstarvsfólk

Verkætlanirnar í Talgildu Føroyum taka nú veruliga dik á seg, og virksemið hjá okkum veksur tí støðugt. Hetta krevur fleiri fólk og nýggjar førleikar til verkætlanirnar. Vit søkja tí eftir trimum fólkum í tíðaravmarkað størv í 3 ár. 

Hevur tú onkran av niðanfyrinevndu førleikum, og kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum framsøknum og avbjóðandi verkætlanarumhvørvi, vildu vit fegin fingið umsókn frá tær. 

  • Førleiki Samskifti

    Samskifti og kunning er eitt øki, sum gerst alsamt týdningarmiklari fyri Talgildu Føroyar. Verkætlanirnar eru nú allar í gongd, og áhugapartarnir verða alt fleiri. Eisini nærkast tíðin, tá loysnirnar eru klárar at taka í nýtslu hjá brúkarunum. Hetta hevur við sær økt krøv til kunning og samskifti. Vit hava tí tørv á fólki við góðum førleikum innan samskifti, bæði strategiskt, taktiskt og operationelt samskifti.

    Tú skalt kenna til ástøði innan samskifti, duga væl at miðla, kenna til ymsa tøkni innan samskifti og helst eisini hava royndir sum samskiftisfólk. Tú skalt kunna leggja til rættis samskiftisætlan fyri Talgildu Føroyar sum heild og fyri einstøku verkætlanirnar. Tú skalt eisini kunna leggja til rættis og standa fyri teimum átøkum, sum skulu gerast, tá loysnir skulu út til brúkaran, t.e. borgarar, fyritøkur og stovnar. Tú skalt hjálpa og vegleiða øðrum starvsfólkum í Talgildu Føroyum at vinkla og miðla samskifti úteftir. Talan kann verða um at framleiða kunningar- og tíðindaskriv, vegleiða tá Talgildu Føroyar verða viðgjørdar í miðlunum og gera vegleiðingar, framløgur o.l. Tú skalt eisini duga væl at skriva og orða teg á føroyskum, enskum og donskum, og duga at fáast við og leggja út á heimasíðu og Facebook – bæði skrivligt og annað tilfar.

  • Førleiki Nýtslumarkamót (UX)

    Fleiri av teimum loysnum, sum verða mentar í Talgildu Føroyum, skulu borgarar í Føroyum brúka. Talan er um ein breiðan skara av fólki við ymiskum førleikum og royndum at brúka tøkni. Neyðugt er tí, at nýtslumarkamótini (userinterface) eru væl úr hondum greidd, og at so nógvir brúkarar, sum til ber, kunnu brúka tey. Nevnast kann m.a. at flestøll fólk við serligum tørvi eisini kunna brúka loysnirnar.

    Vit hava tí tørv á fólki við góðum førleikum at seta røttu krøvini, so loysnirnar gerast brúkaravinarligar. Tú skalt kenna til ástøði um brúkaravinarlig nýtslumarkamót, duga at seta krøv og gera uppskot um snið til brúkaravinarligar loysnir. Tú skalt virka sum brúgv millum brúkaran og mennarar, har tú skalt kenna tørvin hjá brúkaranum, og samstundis kenna møguleikarnar og avmarkingarnar í tøknini. 

    Tú skalt samskipa samskiftið við brúkaran, skipa brúkarabólkar, skipa fyri verkstovum, kenna til og brúka ástøði og háttalag og góðan sið innan at menna nýtslumarkamót, og savna inn, skipa og orða tey krøv, sum koma inn frá brúkarabólkunum. Tú skalt eisini luttaka og skipa fyri, tá loysnir skulu roynast (testast), saman við brúkarum.

  • Førleiki KT Greining

    Tørvur er eisini á at gera nógvar ymsar greiningar og kanningar fyri verkætlanirnar í Talgildu Føroyum. Tað veri seg um markamót við áhugapartar og tænastuveitarar, greina og kanna mannagongdir, kanna tað gagn, sum spyrst burtur úr átøkunum í Talgildu Føroyum og líknandi kanningar og greiningar. Vit hava tí eisini tørv á fólki, sum hevur góðar førleikar at standa fyri at gera slíkar kanningar og greiningar. Tú skalt hava góð evni at greina. Tú skalt skilja KT væl í síni heild, bæði menningar- og rakstrartilgongdir. Tú skalt hava kunnleika til, hvussu tøknilig markamót millum KT skipanir verða ment. Tú skalt hava kunnleika til og duga at brúka ástøði og háttalag at lýsa arbeiðs- og mannagongdir, og koma við uppskotum um at gera hesar einfaldari og lættari. Tú skalt eisini kenna til og standa fyri at kanna, hvussu gagnlig átøkini í Talgildu Føroyum eru.

  • Førleiki KT Menning

    Ein av høvuðsverkætlanunum í Talgildu Føroyum er Heldin. Heldin er samskiftispallur, sum knýtir KT skipanirnar saman á ein tryggan og standardiseraðan hátt. Heldin hevur verið virkin í yvir eitt ár, og fleiri og fleiri stovnar og fyritøkur knýta nú sínar KT skipanir í Heldina. Tørvurin á at umsita og standa fyri at knýta stovnar og KT skipanir í Heldina veksur tí støðugt. Nú Tænastuportalin stendur fyri at verða mentur og skal knýtast í Heldina, veksur hesin tørvur enn meira.

    Vit hava tí eisini tørv á fólki við góðum KT førleikum og innliti, at standa fyri at knýta stovnar og KT skipanir i Heldina. Tú kemur at knýta trygdarambætarar í Heldina. Tú kemur at standa fyri at gera sertifikat og útflýggja hesi til luttakarar í Heldini. Tú skalt verða við í tilgondini at veita út raksturin av Heldini. Tú skalt duga at designa og menna vevtænastur í SOAP tøkni og backend menning í t.d. Java og .Net. Tú skalt ráðgeva og samstarva við stovnar og KT fyritøkur, tá hesi skulu knýta seg í Heldina, og tá hesi skulu menna vevtænastur, sum skulu virka á Heldini. Haraftrat skalt tú verða bindilið, tá umræður tøknilig markamót umvegis Heldina, millum tænastuportalin og teir tænastuveitarar, sum skulu veita upplýsingar ella tænastur á tænastuportalinum. Tað er ikki krav at tú longu kennir til Heldina.

  • Krøv Viðkomandi útbúgvingar og royndir

    Viðkomandi útbúgvingar og royndir

    Viðkomandi útbúgvingar kunnu vera innan KT, samskifti, organisatión, verkfrøði, sosiologi, búskaparfrøði ella líknandi. Best er, um tú í minsta lagi hevur eina bachelor útbúgving.

    KT skal fella tær lætt, bæði sum brúkari og sum umsitari av KT-loysnum, og tað er eisini ein fyrimunur um tú kennir til og ert vanur við at arbeiða við verkætlanum.

    Vit hava ikki frammanundan lagt okkum fast á, at finna tríggjar ávísar profilar, men heldur vilja vit finna trý fólk, sum samlað sæð hava teir førleikar vit leita eftir. Hetta merkir, at tað er ikki er neyðugt at tú hevur allar hesar førleikar, fyri at kunna søkja.

  • Setan Setanar- og lønarviðurskifti

    Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv í 3 ár og verður flokkað eftir útbúgving. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving, tú hevur. 

    Arbeiðsstaður er Gjaldstovan og starvið verður skipað í Talgildu Føroyum, og tú vísir til verkætlanarstjóran fyri Talgildu Føroyar. Umframt uppgávur fyri Talgildu Føroyar, kann tað verða at tað eisini verða uppgávur fyri Gjaldstovuna. 

  • Umsókn Hevur tú hug at søkja?

    Skalt tú fylgja slóðini HER.

Talgildu Føroyar

Talgildu Føroyar er skipað sum ein verkætlanarorganisatión undir Gjaldstovuni.

Í Talgildu Føroyum starvast í dag 6 starvsfólk í føstum starvi. Lesið meira um Talgildu Føroyar her á heimasíðuni (talgildu.fo).

Á Gjaldstovuni starvast umleið 50 starvsfólk innan virkisøkini, løn, bókhald, roknskap og KT. Lesið meira um Gjaldstovuna á gjaldstovan.fo.