Ábyrgdarfólk til Samleikan

Søkt verður eftir einum ábyrgdarfólki til Samleikan. Í hesum liggur, at samleikin verður rikin skynsamt og trygt, og at loysnin støðugt verður ment í tøttum samstarvi við onnur ábyrgdarøki á Gjaldstovuni.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a. hesar:

  • seta krøv til skipan av sertifikat-miðstøð (CA),
  • gera avtalur við skrásetingarmyndugleikar (RA) um at flýggja út og endurnýggja sertifikat
  • tryggja at samleikin alsamt lýkur formlig krøv
  • leiða arbeiðið, og standa fyri at gera og halda viðlíka rakstraravtalur og tænastuavtalu (SLA) við veitarar
  • skipa og menna support-økið
  • hava ábyrgd av at trygdin er nøktandi, m.a. skipa fyri skoðan og at seta í verk trygdartiltøk
  • hava ábyrgd av framtíðar menning av samleikanum, m.a. fylgja við í tí menning, sum er á økinum, og luttaka og samstarva á altjóða stigi.

Í verkætlanartíðarskeiðinum vísir ábyrgdarfólkið til verkætlanarleiðaran fyri samleika-verkætlanina.

Í verkætlanartíðarskeiðinum, eru høvuðsuppgávurnar at:

  • at seta seg inn í samleika-loysnina, m.a. arkitektur, funktionalitet og lisensir
  • hava ábyrgd av at seta á stovn tøkniliga rakstrarumhvørvið
  • luttaka í at bjóða út og gera rakstrar- og menningarsáttmálar
  • hava samskifti við veitarar í sambandi við, at rakstrarumhvørvið verður sett á stovn
  • tryggja, at veitarar lúka tey krøv, sum eru avtalað og halda tíðarætlanir
  • tryggja, at góðskan á veitingum, svarar til tað, sum er avtalað
  • luttaka í at samskipa verkætlanina sum heild

 Lesið meira um Talgilda Samleikan her

Førleikar og útbúgving

Tú skalt hava holla vitan og royndir við KT-rakstri og KT-trygd. Tú skalt kenna til at skipa og halda viðlíka CA, og tað er fyrimunur, at tú hevur royndir á hesum øki. Tað er eisini fyrimunur, at tú hevur vitan og royndir at skipa formliga útveiting av uppgávum, og at samráðast og samskifta við teir veitarar, sum útveitt er til. Av tí at talan er um øki, ið krevur nógv altjóða samskifti, mást tú duga væl enskt í skrift og talu.  

Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur akademiska útbúgving innan KT ella líknandi. Minsta krav er tó  útbúgving, sum samsvarar við teldustøðing ella bachelor í KT.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður helst flokkað eftir BLF-sáttmálanum, AKF-sáttmálanum ella Starvsmannafelagssáttmálanum. Starvið verður lønt eftir, hvørjar royndir og viðkomandi útbúgving, umsøkjarin hevur, umframt møguleika fyri serligari viðbót.

Fyrstu tíðina, meðan tú ert partur av verkætlanini, vísir tú til verkætlanarleiðaran fyri Samleika verkætlanina. Tá ið verkætlanin er liðug, og tú virkar sum ábyrgdarfólk burturav, verður starvið skipað á deild á Gjaldstovuni, og tú kemur tá at vísa til tann deildarleiðaran.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 160 Argir ella við teldubrævi til talgildu@talgildu.fo. Umsóknin skal hava frámerkið “Starvsfólk til Talgildu Føroyar” viðmerkt hvat av størvunum sum søkt verður um.

Umsóknarfreistin er 16.11.2016 á middegi. Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Gjaldstovuna, Nicolai Balle, verkætlanarstjóri fyri Talgildu Føroyar, sum er at hitta á nicolai.balle@gjaldstovan.fo ella á 792424.

Talgildu Føroyar

Er verkætlan, sum Fíggjarmálaráðið varar av, og er skipað á Gjaldstovuni. Endamálið er at seta í verk talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, sum allar almennar tænastur – og tær vinnuligu tænastur, sum vilja tað – fara at brúka.

Tað eru 4 høvuðstættir í Talgildu Føroyum: Samleikin, Tænastur og Portalar, Heldin og Grunddáta. Lesast kann meira um Talgildu Føroyar her

KT Landsins

Er deild á Gjaldstovuni, sum hevur uppgávuna at veita almennum stovnum KT-tænastur og at samskipa KT, so almennu Føroyar fáa munadyggar KT-loysnir.

KT Landsins hevur ábyrgd av at reka og menna Landsnet og Búskaparskipan Landsins. KT Landsins fer eisini at hava ábyrgd av at reka og víðarimenna einstøku partarnar í Talgildu Føroyum, tá ið teir eru settir í verk. Les meira um KT landsins her

Share