Samstarvsfelagar gjørt samstarvsavtalu um Talgildu Føroyar við Fíggjarmálaráðið

08. apríl 2017

4. apríl 2017 undirskrivaði Fíggjarmálaráðið samstarvsavtalu við 16 fyritøkur og feløg.

Ítøkiliga merkir avtalan, at samstarvsfelagarnir hava ávirkan á verkætlanina og eru við at fíggja hana. Samstarvsfelagarnir fíggja verkætlanina við samanløgdum 16,7 mio. Kr. Í tíðarskeiðinum 2017-2020. Harumframt hava føroysku peningastovnarnir sett 9 mio. Kr. Av til íløgur og 6 mio. Kr. til rakstur í verkætlanini.

Samstarvsfelagarnir hava eitt umboð í stýrisbólkinum hjá Talgildu Føroyum, og hava á tann hátt beinleiðis ávirkan á arbeiðið í verkætlanini.

Talgildu Føroyar fevnir um bæði stovnar, fyritøkur og allar føroyingar, og tí er tað umráðandi at fáa so nógvar partar við sum gjørligt, sum fáa ávirkan á verkætlanina. Soleiðis kann Talgildu Føroyar á besta hátt nøkta talgilda tørvin hjá borgarum, vinnulívi og mynduleikum.

Tá ið samstarvsavtalurnar vóru undirskrivaðar 4. Apríl 2017 segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fígjarmálum: “Vit ynskja, at menningin av Talgildu Føroyum verður kjølfest breitt í føroyska samfelagnum, soleiðis at vit fáa loysnir, ið skapa so stóra framgongd sum møguligt fyri føroyingar, vinnu og alt samfelagið. Eg eri tí ómetaliga fegin um, at vit í dag hava gjørt samstarvsavtalur við eina røð av fyritøkum og feløgum, ið vilja verða partar av hesi stórfingnu verkætlan - ein verkætlan, ið fer at flyta Føroyar munandi framá við nýggjum og betri tænastum, størri kappingarføri og einum lættari gerandisdegi fyri føroyingar”

Samstarvsfelagarnir eru

SEV

IRF

Føroya Tele

Atlantic Airways

Eystur- og Sandoyartunlar

Vága Floghavn

ALS og Trygdargrunnurin

Effo

Magn

Betri Trygging

Trygd

Nordik Pensjón

Lív

Betri Pensjón

Felagið Peningastovnar vegna BankNordik, Betri Banka, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

 

 

 

'