Leypandi uppgávur

At talgilda Føroyar er ein umfatandi verkætlan, ið brýtur upp úr nýggjum og skapar lunnar undir at nútímansgera vælferðina. Verkætlanin krevur tí nógvar ymiskar førleikar leypandi gjøgnum verkætlanratíðarskeiðið 2017-2020. Tí vilja vit fegin geva tær møguleika at bjóða teg fram at loysa uppgávur fyri okkum.

Talan er ikki um fast starv, men heldur um leypandi uppgávur í tíðaravmarkað tíðarskeið. Vit ynskja, at tilluta tær uppgávur, ið liggja upp at tínum áhuga og førleika. Tískil geva vit tær møguleikan at fylla út niðanfyristandandi umsóknarblað soleiðis, at til ber hjá okkum at seta tín profil saman við møguligum leypandi uppgávum. 

Um hetta hevur tín áhuga, ber til at fylla út umsóknarblaðið niðanfyri.

Skriva gjarna eina ella fleiri og viðmerk, um tú ert útbúgvin ella undir útbúgving
Skriva gjarna starvsroyndir, ið tú metir kunna hava týdning fyri Talgildu Føroyar.




Til ber at velja fleiri áhugaøki













T.d. Innan forriting:.NET, Java. Innan samskifti: Umbraco, Sharepoint. Innan projektleiðslu, IPMA, PMI. Innan løgfrøði: K01/K02 e.l.
Her hevur tú møguleika fyri at greiða frá eitt nú áhugamálum, hugskotum ella øðrum, ið tú metir kann hava týdning fyri Talgildu Føroyar.
Møguligt er at leggja títt CV her