Starvsfólkasamleiki

Sama eyðmerking við hús og til arbeiðis, men í ymiskum høpi

Sum starvsfólk fremja vit okkara starv vegna arbeiðsgevaran. Tá ið fleiri og fleiri uppgávur verða framdar talgilt, verður tørvur á, at vit eisini kunnu eyðmerkja okkum sum starvsfólk.  

Hetta hava vit sum so altíð gjørt, og fleiri okkara hava undirskrivað skjøl í okkara starvi. Í hesum støðum undirskriva vit sum starvsfólk og ikki sum privatpersónar.

Skulu vit so hava tveir samleikar? Nei, tað nýtist ikki, men tað kann vera eitt val, ið vit kunnu taka í samráði við arbeiðsgevaran. Sum meginregla er ikki neyðugt við einum serstøkum starvsfólkasamleika, tí tað er møguligt at knýta okkara privata samleika at arbeiðsplássinum, og harvið ber til at skráseta tann einstaka at starvast í eini ávísari fyritøku ella ávísum stovni. Á tann hátt tørvar tí einstaka borgaranum bara ein lykil og at minnast eitt sett av kotum.

Hugsanin við hesum partinum av talgilda samleikanum er at gera tað møguligt hjá arbeiðsgevarum at knýta afturat og melda frá starvsfólk. Tað er tó ikki hugsanin, at øll starvsfólk skulu knýtast at arbeiðsgevaranum, men bara tey, ið av ymsum orsøkum skulu fremja talgildar uppgávur vegna arbeiðsgevaran.

Hvørji brúkararættindi, tað einstaka starvsfólkið fær, veldst um, hvørjum skipanum, tað arbeiðir við, og hetta verður skrásett hjá tænastuveitarunum. Tað er sostatt ein avtala millum eitt nú bankan og arbeiðsgevaran, hvørji ítøkilig rættindi starvsfólkið skal hava í teimum skipanum, bankin veitir arbeiðsgevaranum.

Við eini sentralari skráseting av, hvørjir borgarar hava heimild at fremja talgildar uppgávur vegna ein arbeiðsgevara, kann arbeiðsgevarin taka heimildir frá einum starvsfólkii alt fyri eitt, um tørvur er á tí.

Um tilknýtið millum borgara og fyritøku heldur uppat, ávirkar hetta ikki privatu nýtsluna av talgilda samleikanum hjá borgaranum.