Eitt ómakaleyst samleikaprógv

Borgarar og vinna fara í alsamt størri mun at samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna talgilt umvegis e-tænastur og borgaraportalar, og tí fáa øll sín egna talgilda samleika – eitt talgilt samleikaprógv.

Talan verður um ein og sama talgilda samleika, sum kann nýtast til innritan og eyðmerking á portalum og snarskivum, bæði hjá stovnum, myndugleikum og fyritøkum.

Ein talgildur samleiki ger tað skjótari og einfaldari hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti. Samstundis verða mannagongdir hjá almennum stovnum minni tíðar- og orkukrevjandi, tí sloppið verður undan eitt nú at ljóslesa pappír.    

Seinnu árini er gerandisdagur okkara vorðin alsamt meira talgildur. Flestu upplýsingar verða varðveittar hjá teimum myndugleikum og fyritøkum, vit hava samband við. Vit borgarar goyma eisini upplýsingar okkara á teldum o.ø. talgildum tólum.

Seinastu árini er tørvurin at kunna eyðmerkja seg talgilt vaksin støðugt. Fleiri og fleiri skipanir eru komnar við onkrum slagi av innritan, tá ið vit skulu hava ella senda upplýsingar til fyritøkur og stovnar.      

Sum tørvurin at geva upplýsingar sínámillum veksur, veksur eisini tørvurin at senda trúnaðarupplýsingar trygt og einfalt. Tí síggja vit, at alsamt fleiri lond seta í verk landsumfevnandi loysnir at eyðmerkja borgarar, fyritøkur og aðrar løgfrøðiligar myndugleikar.  

Við at seta í verk eina felags, talgilda loysn fyri alt samfelagið, fæst ein einføld skipan. Hetta merkir, at borgarin kann nýta ein og sama hátt til at innrita í skipanirnar.

Fyri samfelagið er tað stórur fyrimunur, av tí at tað skulu ikki stovnast fleiri ymiskar skipanir fyri tær einstøku tænasturnar, har eyðmerking og innritan er. Tí fer ein felags loysn fyri alt samfelagið at viðføra munandi sparingar fyri allar partar, bæði í tíð og umsiting.     

Talgildi samleikin er samansettur av pørtum, og hvørt land samansetur sína skipan við støði í sínum tørvi. Eins og onnur lond hava vit í Føroyum okkara serligu ynskir. Arbeiðsbólkurin hevur tí gjørt ein myndil fyri eina loysn, sum hóskar fyri Føroyar við støði í hesum kravfestingum:

• Ein felags loysn (breið undirtøka)
Borgarar, vinna og tað almenna skulu kunna nýta loysnina at samskifta sínámillum. Loysnin skal kunna nýtast í øllum pørtum av samfelagnum, so at borgarin kann nýta talgilda lykilin (samleikan) til at eyðmerkja seg hjá almennum stovnum og privatum fyritøkum. Allir borgarar skulu kunna nýta loysnina.

• Føroyskir førleikar og veitarar
Føroyskir veitarar verða nýttir, so ein kann tryggja sær, at neyðugir førleikar eru her heima, og so at framtíðar rakstur og menning ikki eru bundin at útlendskari arbeiðsmegi.     

• Trygg loysn
Loysnin skal vera trygg, so at hon lýkur lóggávu og regluverk fyri økið, umframt krøv hjá Fíggjaeftirlitinum um trygd og reglur fyri hvítvask.

• Einføld og brúkaravinarlig
Loysnin skal vera einføld og løtt at nýta hjá borgarum.

• Framtíðartryggjað og altjóðagjørt
Loysnin skal vera framtíðartryggjað og smidlig í bygnaði, so at hon kann mennast til nýggjar tørvir. Hon skal eisini vera í samsvari við altjóða standardir og skipanir, so at føroyski, talgildi samleikin í framtíðini skal kunna nýtast í øðrum londum.

• Málið skal vera føroyskt og enskt
Málið og allur tekstur til brúkaran skal vera á føroyskum. Við fyriliti fyri útlendingum skal tað eisini vera á enskum.

• Ognarskapur og staðseting skulu vera føroysk
Tað almenna eigur og umsitur teir sentralu partarnar, sum fevna um trygdina. Viðkvæmar upplýsingar og trúnaðarupplýsingar um borgaran og sentralu partarnar av skipanini verða staðsettar í Føroyum. (Talgilt yvirræði).

• Fíggarligt skynsemi
Samsvar skal vera millum vavið á loysnini og fíggingina. Gerast skal ein skynsom virkisætlan fyri loysnina.

 

Videobrot um mobil ID: