Mín portalur

Við tíðini kann portalurin skraddaraseymast til hvønn einstakan borgara. Har borgarin fyrr mátti venda sær til myndugleikarnar og minnast til hetta og hatta, fer myndugleikin at venda sær til borgaran, tá ið borgarin hevur tørv á tí.

Portalurin fer at taka støði í lívsstøðu borgarans, t.d. hvar hann býr, um hann eigur børn, hvussu gamal hann er o.s.fr. Við støði í hesum ber til at geva málrættaðar tænastur frá myndugleikunum, t.d. boð frá kommununi um arbeiði, sum ávirkar økið, har borgarin býr, kunning um val til eldraráðið, um borgarin hevur ávísan aldur, upplýsingar um heimapartar í sambandi við grind o.s.fr.

Samstundis tryggjar skipanin, at borgarin ikki fær kunning um viðurskifti, sum hann ikki skal taka støðu til kortini.