Stápsfunktiónir

 

Skotið verður upp, at talgildingin verður skipað undir einari leiðslu á KT Landsins. At stuðla leiðsluni í yvirskipaðum viðurskiftum eru nakrar tvørgangandi stápsfunktiónir, harav flestu av funktiónunum eru virknar í skipan av KT Landsins.

 

Fyrisiting

Henda stápsfunktión hevur um hendi allar yvirskipaðar fyrisitingaruppgávur og samskipan millum tænastufunktiónirnar. Tað snýr seg m.a. um fíggjarstýring, bókhald, sáttmálaumsiting, lisensumsiting, samskipan og umsiting fyri Talgildanarráðið og ráðgevandi toymunum. Les mera niðast á hesi síðu.

Menning

Henda stápsfunktión hevur til uppgávu, at viðgera og gera tilmæli til strategisk átøk innan talgildigina. Tá stápsfunktiónin hevur fyrireikað nýggj tilmæli, verða tilmælini løgd fyri Talgildanarráðið til støðutakan. Umframt innanhýsis tilfeingi og førleikar, skal stápsfunktiónin hava leypandi samband við uttanhýsis serfrøðingar, føroyskar og útlendskar, innan ymsu økini innan talgildingina, og føroysku KT-vinnuna annars, til at stuðla og vegleiða seg í strategiskum spurningum.

Stápsfunktiónin er eisini projektkontór, har nýggjar menningaruppgávur verða settar í verk.

Lógarsmíð

Stápsfunktiónin skal takast við upp á ráð, tá nýggjar lógir, sum viðvíkja talgilding skulu orðast og kann eisini koma við uppskotum til nýtt lógarverk, sum viðvíkur talgilding. Hetta er fyri at tryggja, at føroyski KT myndugleikin kann koma við ráðgeving og tilmælum, serliga innan KT trygd, tað tekniska og dátuhandfaring. Við at luttaka í lógarsmíði, er KTL eisini betur ført fyri at verkseta og stuðla stovnum, kommunum, vinnuni og borgarum at fremja og lúka lógarkrøvini.

Trygd

KT-trygd er í dag nakað, ið KT Landsins setur høgt og brúkar orku uppá, men er ikki skipað sum ein KT trygdarmyndugleiki. Við Talgildu Føroyum verður KT trygdarmyndugleikin staðfestur. Les meira um hann her

Kunning 

Týðandi táttur at fáa myndugleikar, borgarar og vinnu at luttaka aktivt í talgildingini, bæði sum brúkarar av tænastum, men eisini sum veitarar av tænastum, er at gera talgildingina sjónliga. Stápsfunktiónin hevur til uppgávu, at standa fyri at vegleiða, undirvísa, gera átøk o.a. sum kann verða við til at breiða boðskapin um talgildingina út í allar partar av samfelagnum og landinum.