Betri og lættari fyri borgarar og vinnu - bíligari fyri samfelagið.

Heildarætlan til talgilding av føroyska samfelagnum.

Talgildu Føroyar er ein verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda tænastur til borgarar, vinnuna og almenna geiran í Føroyum. Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava tikið til verkætlanina, ið hevur sum stevnumið at talgilda allar Føroyar í árununum 2015 til 2020.

í høvuðsheitum hevur talgildingin við sær, at borgarar og fyritøkur samskifta talgilt við almenna geiran, at fyrisitingarligar tænastur hjá tí almenna eru tøkar á netinum og at veitingar og mannagongdir í almennu fyrisitingini eru talgildar. Ein av grundarsteinunum undir at talgilda samfelagið er at øll hava eina trygga talgilda undirskrift.

Endamálið við talgildingini er at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum umframt at skapa kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku. Harumframt skal talgildingin tryggja munandi sparingar og effektiviseringar í almenna geiranum.

Higartil hevur eingin yvirskipað samskipan av talgilding í Føroyum verið áður. Tískil er eyðsæð fyri verkætlanina, at heildarætlanin er umfevnandi. Til ber at lesa meira um hana her - Heildarætlanin í stuttum.