Bjóða teg fram

At talgilda Føroyar er ein umfatandi verkætlan, ið brýtur upp úr nýggjum og leggur lunnar undir at nútímansgera vælferðina. Verkætlanin krevur tí nógvar ymiskar førleikar leypandi gjøgnum verkætlanratíðarskeiðið 2017-2020. Vit í Talgildu Føroyum eru áhugaði í at gagnnýta allar teir førleikar ið krevjast í verkætlanina, og tískil hava vit gjørt tvey umsóknarbløð, sum geva ávíkavíst einstaklingum og fyritøkum møguleika at bjóða seg fram at loysa uppgávur fyri okkum.

Talan er um leypandi tíðaravmarkaðar uppgávur. Við at fylla út umsóknarblaðið, annaðhvørt sum einstaklingur ella fyritøka, ber til hjá okkum at seta skrásetta profilin við førleikum saman við møguligum leypandi uppgávum.

Umsóknarblað til einstaklingar

Umsóknarblað til fyritøkur