Verkstova um nýtslu av Heldini

24.10.17 týsdagur 13:00, Gjaldstovan

Í vár varð skipað fyri verkstovum um Heldina, og verður nóg stór undirtøka verður enn ein verkstova 24. oktober kl.13:00 til 16:00.

Heldin koyrir væl og fleiri og fleiri knýta seg í bæði innan almenna og privata geiran, og stórt arbeiðið verður gjørt at flyta vevtænastur frá LFY yvir á FOLK. Í hesum sambandi skipa vit fyri verkstovu, sum millum annað fer at snúgva seg um gerð og umlegging av vevtænastum, brúkari av dátum frá fólkayvirlitinum, og mannagongdir viðv. skrásetingum í Heldina.

Um nóg stór undirtøka verður fyri verkstovuni er ætlanin at hava verkstovu hálvárliga og so leingi, sum tørvur verður á tí.

Til ber at melda seg til verkstovu niðanfyri.

Share