Verkstova um menning av vevtænastum til Heldina

mikudagur 13:00, Gjaldstovan, Kvíggjartún 1, 160 Argir

Í sambandi við at Heldin hevur verið í rakstri í eitt hálvt ár, vilja vit bjóða mennarum av vevtænastum til eina verkstovu. Endamálið við verkstovuni er at undirvísa og vegleiða í gerð av vevtænastum, sum skulu knýtast í Heldina. 

Málbólkurin er mennarar av vevtænastum til skipanir hjá bæði almennum stovnum og privatum fyritøkum. Sambært rundskrivi um Heldina frá 2016 er tað álagt almennum stovnum, at alt samskifti millum og við almennar skipanir skal fara fram um Heldina, og tað er tí av týdningi at mennarar av hesum vevtænastum, hava neyðuga førleikan til at standa fyri hesum arbeiði. 

Fleiri týðandi luttakarar eru longu á Heldini t.d. verða øll knýti til gomlu LFY-skipanina, flutt á Heldina í 2017 og eisini eru luttakarar frá privata vinnuni í gongd við at knýta í Heldina. 

Á verkstovuni verða m.a. hesi evni viðgjørd:  

  • Hvussu menni eg til Heldina?

  • Hvat er munurin millum mína “vanligu” vevtænastu og eina ið eg skal menna til Heldina?

  • Hvussu geri eg tá eg longu havi eina vevtænastu, sum eg ynski at flyta yvir á Heldina?

  • Nær í tilgongdini seti eg meg í samband við Heldarumsitingina?

  • Skal eg hava serliga útgerð?

Tað verður hands-on training, og mennarar eru vælkomnir at hava sína egnu vevtænastu við. Fólk við royndum í Java og .NET eru staðnum, so tað er møguligt at fáa vegleiðing og góð ráð. 

Verkstovan verður mikudagin 7 juni, frá kl. 13:00 til 16:00,  á Gjaldstovuni, á Argjum.  

Tú kanst tekna teg til tiltakið niðanfyri 

Tilmelding til verkstova um menning av vevtænastum til Heldina








T.d. um tú hevur áhuga at fáa meira kunning um ávís evni, í samband við menning til Heldina.