Verkstova um knýti í Heldina

týsdagur 13:00, Gjaldstovan

Í sambandi við at Umhvørvisstovan arbeiðir við at niðurleggja gomlu LFY skipanina, er neyðugt at øll knýti til hesa skipan verða flutt til nýggju skipanina, FOLK, umvegis Heldina. Í hesum sambandi bjóða Talgildu Føroyar, í samstarvi við Umhvørvisstovuna, tykkum, sum fáa dátur úr gomlu LFY skipanini, á verkstovu. Verkstovan hevur til endamál, at kunna um hvussu nýggja knýtið verður gjørt og hvørjar mannagongdir og avtalur skulu gerast í hesum sambandi. Á verkstovuni fara vit eisini at greiða frá arbeiðinum við at knýta journalskipanina 360 í FOLK.

Nýggja sambandið í Heldini gevur eisini fleiri nýggjar fyrimunir, t.d. útlendskar adressur, fleiri upplýsingar og skjótari dagføring av dátum. Eisini verður kunnað um aðrar tænastur á Heldini, sum kunnu vera viðkomandi fyri tykkara stovn.

Verkstovan er ætlað stovnsleiðarum og KT-ábyrgdarum á landsstovnum og kommunum, sum vara hava brúk fyri dátum frá Landsfólkayvirlitinum.  

Skráin

Kl. 13:00

  • Um Heldina

  • Íbindingarleistur og SLA avtalan

  • Avtalan við Umhvørvisstovuna

  • FOLK Vevtænastan

  • 360 journalskipan

Kl. 15:00 Steðgur

Kl. 15:15

  • Stovnan av trygdarambætara (Hands-On)

Kl. 15:50

  • Samanumtøka og spurningar

 

Á www.talgildu.fo/heldin liggja vegleiðingar til hvussu ein trygdarambætari verður settur upp.

Verkstovan verður týsdagin 21. feb. 2017, frá kl. 13:00 til 16:00 á Gjaldstovuni, á Argjum.

Tú kanst tekna teg til tiltakið niðanfyri

Tilmelding til verkstovu um Heldina

Stovns-, deildarleiðari, KT-mennari, projektleiðari, forritari, e.l.


Evni: Stovnan av linux trygdarambætara


T.d. um tú hevur áhuga at fáa meira kunning um ávís evni, i samband við Heldina.