Nýggir vinnuvegir í Talgildu Føroyum

01.03.18 hósdagur 19:00, Gjaldstovan, Kvíggjartún 1, Argir

Nú Talgildu Føroyar verkætlanin veruliga hevur tikið dik á seg bjóða Íverksetarahúsið og Talgildu Føroyar til kunnandi tiltak, við høvuðsdenti á teir vinnumøguleikar, ið standast av verkætlanini.

Komið verður inn á tað menning og nýskapan, ið vinnan kann knýta at verkætlanini, bæði viðvíkjandi menning av átøkunum í sjálvari verkætlanini, og teimum avleiddu vinnuligu møguleikum, ið verkætlanin letur upp fyri. Tiltakið er ætlað bæði íverksetarum og øðrum sum eru áhugaði í vinnumøguleikum í  Talgildu Føroyum sum heild. Greitt verður frá teimum møguleikum, sum longu nú kunnu gagnnýtast til at menna loysnir og tænastur. Eisini verður orðaskifti, har vit í felag knýta saman hugskot, møguleikar, íblástur, kjak og netverkan.

Verkætlanin Talgildu Føroyar fór av bakkastokki í 2015, og er skilað sundur í fýra súlur, sum verkætlanarleiðararnir fara at greiða nærri frá: Heldin, Samleikin, Tænastuportalurin og Grundardáta. Súlurnar eru grundarlagið undir einum framtíðartryggum talgildum undirstøðukervi, sum nýggjar og nýskapandi loysnir kunnu knýta seg í. Meira kann lesast um Talgildu Føroyar á talgildu.fo

Skráin

Kl. 19.00     Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

Kl. 19.10    Talgildu Føroyar verkætlanin verður løgd fram

  • Heildarmynd: Nicolai Balle, verkætlanarstjóri
  • Heldin: Janus Læarsson, KT-arkitektur
  • Talgildi Samleikin: Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðari
  • Tænastuportalurin: Lilly Dam Hanssen, verkætlanarleiðari
  • Grunddata: Heini Hátún, verkætlanarleiðari

Kl. 20.00    Steðgur – kaffi

Kl. 20.30    Spurningar og hugskot verða viðgjørd í felag

Kl. 21.30    Vit enda

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, men neyðugt er at melda luttøku her.

Hetta er tiltakið, ið skuldi havt verið fyrr í vetur, men sum bleiv útsett vegna forfall.

Share