Kunningartiltak fyri samstarvsfeløgum

05.04.18 hósdagur 10:00, Gjaldstovan, Kvíggjartún 1, Argir

Hósdagin 5. apríl verður kunningartiltak fyri samstarvsfeløgunum hjá Talgildu Føroyar

Samstarvsfelagarnir fáa javnan kunnan um gongdina í verkætlanini, og hesu fer er tað skipað sum ein kunningardagur. Endamálið er at lýsa gongdini í verkætlanini við serligum atliti at teimum framstigum, ið hava beinleiðis ávirkan á virksemi hjá samstarvsfeløgunum. Á henda hátt fáa samstarvsfelagarnir innlit í arbeiðið í verkætlanini, samstundist sum teir fáa høvi at geva sína hugsan til kennar.

Share