Eru Talgildu Føroyar fyri íverksetarar?

18.01.18 hósdagur 19:00, Vinnuframahøllin

Útbreiðslan og menningin av Talgildu Føroyum skapar rúm fyri hugskotum og loysnum. Vit í Talgildu Føroyum hava sum stevnumið, at menningin av verkætlanini mest møguligt skal mynda teir førleikar og tann blástur, ið føroyska samfelagið hevur í hondum. Sum liður í hesum stevnumiði, skipa Íverksetarahúsið og Talgildu Føroyar mikukvøldið hin 22. november fyri ókeypis verkstovu í Vinnuframahøllini. Endamálið við verkstovuni er at knýta saman hugskot, møguleikar, íblástur, kjak og netverkan.  

Leisturin fyri verkstovuna fer at mynda eina tilgongd, har verkætlarnarleiðarar hjá Talgildu Føroyum lýsa tær fýra súlurnar, ið mynda verkætlanina. Samstundis fáa verkstovuluttakarar møguleika at taka samanum og leggja fram hugskot og spurningar millum framløgurnar. Seinni partur av verkstovuni fer at fevna um eina tvírøðu, har luttakarar saman við panelinum hava møguleika at knýta saman spurningar, hugskot og kjak um verkætlanarsúlurnar og um hvussu Talgildu Føroyar og íverksetaraumhvørvið í felag kunna leggja spírar undir nýggj hugskot og menning í føroyskum vinnuhøpi.

Til ber at síggja tíðindaskrivið um verkstovuna her og leinkja til verkstovuna sæst her.

 

Skrá fyri verkstovuna

Kl. 19.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

Verkstovan, formur og karmar: Dánjal Pauli Haraldsen, ráðgevi, verkstovuleiðsla

Kl. 19.10 ”Fimm stuttar” við steðgi til spurningar og hugskot

millum hvørja framløgu

1. Talgildu Føroyar, heildarmynd: Nicolai Balle, Verkætlanarstjóri

2. Heldin: Janus Læarsson, KT-arkitektur

3. Talgildi Samleikin: Rolf Herup Olsen, projektleiðari

4. Tænastuportalurin: Lilly Dam Hanssen, projektleiðari

5. Jóanis Erik Køtlum: Grunddata, projektleiðari

Vit orða spurningar og hugskot í felag millum hvørja framløgu

Kl. 20.00 Steðgur – kaffi

Kl. 20.30 Spurningar verða svaraðir og hugskot viðgjørd í plenum

Kl. 21.30 Vit enda – aftaná er møgulig at netverka og hugna sær.

Okkurt lætt verður bjóðað afturvið.