Verkstova við íverksetaraumhvørvið útsett

22. november 2017

Verkstovan, sum Talgildu Føroyar og Íversetahúsið eftir ætlan skuldu skipa fyri mikukvøldið 22. november, er útsett til hóskvøldið 1. mars kl. 19 til 21:30 í Gjaldstovuni á Argjum.

Endamálið við verkstovuni er at knýta saman hugskot, møguleikar, íblástur, kjak og netverkan. Útbreiðslan og menningin av Talgildu Føroyum skapar rúm fyri hugskotum og loysnum og vit í Talgildu Føroyum hava sum stevnumið, at menningin av verkætlanini mest møguligt skal mynda teir førleikar og tann blástur, ið føroyska samfelagið hevur í hondum. Tað er sum liður í hesum stevnumiði, at Íverksetarahúsið og Talgildu Føroyar skipa fyri ókeypis verkstovuni 1. mars. Vit vóna, at undirtøkan verður góð og at verkstovan kann leggja spírar undir nýggj hugskot og menning í føroyskum vinnuhøpi.

Til ber at lesa meira um verkstovuna her.

Share