Verkstova um Heldina og Landsfólkayvirlitið

21. februar 2017

Nú ber til hjá almennum stovnum og kommunum, at knýta í Fólkayvirlitið umvegis Heldina. Tí varð boðið inn til verkstovu á Gjaldstovuni 21. februar 2017, bæði fyri teimum, sum fáa dátur úr gomlu LFY skipanini og øðrum, sum tørva dátur úr fólkayvirlitinum.

Verkstovan var væl vitjað, og fleiri enn 60 fólk luttóku frá 23 stovnum. Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan eru væl nøgd við undirtøkuna.

Les meira um verkstovuna her: Verkstova um Heldina

Share