Verkstova um Heldina - 1. partur

15. mars 2016

15. mars skipaðu Talgildu Føroyar fyri verkstovu um HELDINA.

Verkstovan var fyri KT-veitarar. Endamálið var at geva møguligum komandi veitarum høvi at knýta seg í testumhvørvið hjá HELDUNI, og royna og kenna mannagongdirnar. Harvið fáa veitarar møguleika at fyrireika seg til og fara undir at menna loysnir til, tá HELDIN verður lanserað. Hetta verður eftir ætlan í summar.

Verkstovan var ætlað tekniskum persónum, og fylgjandi evni vóru viðgjørd á verkstovuni:
• Hvussu koma tit í gongd
• Mannagongdir og reglur í sambandi við tilmelding og rakstur
• Navngeva tænastur og móttakarar
• Uppseting av Security Server
• Verulig tilmelding og íbinding til M&T skipanina á Heldini
• Hvussu verður ein webservice ment og uppsett
• Spurningar, ivamál o.a.

Luttakarar frá seks ymiskum KT fyritøkum luttóku á verkstovuni.

Share