Verkætlanartoymið Talgildur Samleiki farið til verka

25. august 2017

Eftir at avtala í juni mánaða varð undirskrivað við samtak millum Klintra og Føroya Tele um at menna ein føroyskan talgildan samleika, hava partarnir fyrireikað seg til verkætlanarbyrjan.

Í døgunum 22-23. august varð skipað fyri verkstovu í hølum hjá Gjaldstovuni, eitt sonevnt kick-off‚ har verkætlanarbólkurin hittist og viðgjørdi nakrar av týðandi lutunum í loysnini. Á verkstovuni luttóku umboð fyri Talgildu Føroyar, Klintra, Føroya Tele, umframt ráðgevar.

Komandi vikurnar verður arbeitt víðari við at tilevna endaliga verkætlanargrundarlagið fyri Talgilda Samleikan.