Uppskot til løgtingslóg um Talgildu Føroyar fyri í Tinginum

14. mars 2017

7. mars løgdu Landsstýrið og samgongan fram lógaruppskot um Talgildu Føroyar og í gjár, 13. mars var fyrsta viðgerð í Løgtinginum.

Umframt upprunauppskotið og viðkomandi fylgiskjøl hava kommunurnar, KT felagið, P/F Mínboks, Felagið Peningastovnar og Fakfelagssamstarvið havt høvi at koma við viðmerkingum til uppskotið.

Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum, framløgufólk hjá politisku flokkunum og onnur tingfólk nýttu síðani høvi í gjár, við fyrstu viðgerð, at leggja síni sjónarmið fram.

Til ber at hoyra alt orðaskiftið frá fyrstu viðgerð her

Share