Talgildu Føroyar luttóku á Arctic Circle

09. mai 2018

Í sambandi við arktisku ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, Arctic Circle, var týsdagin 8. mai ein fundur um talgildan og fjarskifti.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, og Nicolai Balle, verkætlanarstjóri, løgdu fram um Talgildu Føroyar, hvussu verkætlanin er sett saman, og hvat endamálið er. Ein fyritreyt fyri at tosa um einar talgildar Føroyar er, at vit hava eitt gott fjarskiftiskervi. Jan Ziskasen, stjóri í Føroya Tele, og Rúnar Reistrup, stjóri í Hey, greiddu frá tí um føroyska kervið, sum er í heimsklassa. Eisini greiddu teir frá komandi ætlanum innan fjarskifti í Føroyum.

Úr Finnmørkini í Noregi luttók Gunn-Britt Retter. Gunn-Britt starvast í Sámaráðnum, og greiddi hon  frá teimum avbjóðingum, tey hava í útjaðaranum. Har eru stór økir, ið als einki telefon- og internetsamband hava. Hetta kann føra við sær samfelagsligar avbjóðingar, tá ið allir borgarar ikki hava somu atgongd til m.a. talgildar tænastur. Eftir framløgurnar var eitt stutt orðaskifti.

Høvuðsevnini á ráðstevnuni eru vinnuligir vakstrarmøguleikar, samfeðsla, infrakervi og demografiskar avbjóðingar fyri londini í Arktis. Fleiri enn 100 útlendskir luttakarar eru á ráðstevnuni.

Frá Vinstru: Jan Ziskasen, Gunn-Britt Retter, Kristina Háfoss, Rúnar Reistrup og Nicolai Balle

Share