Talgildu Føroyar - lættari, betri og bíligari fyri samfelagið

23. juni 2015

Stór menning fer fram innan KT og talgilding, og Føroyar eru í fremstu røð á summum økjum. Eitt nú kunnu nevnast Talgilda Heilsuskipanin og Búskaparskipan Landsins.

Í Føroyum er talgildingin tó í mestan mun farin fram á tann hátt, at einstøku stovnarnir hvør í sínum lagi hava ment sítt talgilda virksemi, heldur enn eftir eini yvirskipaðari ætlan og kós til frama fyri alt føroyska samfelagið.

Avleiðingin er, at á summum økjum og geirum eru KT-skipanir ikki nútímansgjørdar og samskifta ikki sínámillum, og vit eru eftirbátur, tá ið tað ræður um talgildar tænastur, har borgarar og vinna kunnu avgreiða síni viðurskifti á netinum.

Hetta merkir, at vit hava tungar og tíðarkrevjandi arbeiðsgongdir og nógv dømi um dupultfunktiónir.

Hetta hevur við sær, at óneyðug arbeiðsorka, tíð og peningur verða nýtt. Tilfeingið, sum kundu verið brúkt øðrvísi og meira skynsamt.

Føroyar hava møguleikan at gerast eitt undangonguland innan talgilding av tænastum, um røttu fyritreytirnar eru til staðar.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava í felag tikið stig til verkætlan, og ein verkætlanarbólkur er settur at gera eina 5-ára ætlan fyri at talgilda almennar tænastur.

Átakið hevur heitið: Talgildu Føroyar.

Høvuðsmál í ætlanini eru:

•At borgarar og virki kunnu samskifta og avgreiða síni viðurskifti við tað almenna - eitt nú um borgara- og virkisportalar.

•At tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni eru tøkar á netinum

•At veitingar og mannagongdir í tí almenna eru talgildar

Yvirskipaða málini eru at:

•Nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum

•Útvega fyritreytir fyri effektiviseringum í almenna geiranum

•Skapa størri kappingarføri, vøkstur og framleiðsluorku

25. juni verður ein yvirskipað strategi almannakunngjørd.

Share